Nú verður dýrari at ferðast við Strandferðsluni.
Tað sæst í búskaparligu ætlanini, samgongan hevur almannakunngjørt í morgun.
Í morgun almannakunngjørdi Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, játtanarkarmarnar hjá samgonguni hesi næstu fimm árini.
Eitt tiltak, sum verður sett í verk fyri at fáa alt roknistykkið at ganga upp, er, at tað skal verða dýrari at ferðast við Strandferðsluni.
Í hesum sambandi hevur samgongan sett sær fyri, at næsta ár hækka allir prísir hjá Strandferðsluni 10%.
Tað merkir, at prísurin á ferðaseðlum fer 10% upp, tað gevur Strandferðsluni eina eyka inntøku á eina millión krónur um árið.
Samstundis skal prísurin á ferðaseðlum til vanligan persónbil eisini hækka 10% og tað gevur Strandferðsluni 1,2 milliónir afturat í inntøku.
Harafturat hækkar prísurin á vinnuligum bilum, og á øllum farmi, eisini 10% og tað gevur eina millión í eyka inntøkum,
Tilsamans fer hetta sostatt at geva Strandferðsluni eina eyka inntøku á 3,2 milliónir um árið.
Fyri ferðaseðlar við Smyrli, sum er á myndini, merkir tað, at ein vanligur ferðaseðil hækkar úr 90 krónum, upp í 100 krónur og samstundis fer tað helst at kosta 250 krónur at ferðast við vanligum bili, í dag kostar tað 225 krónur.