Dýrari at hava børn í dagrøkt í Klaksvík

Kommunan fer at brúka meirinntøkuna til at útvega ymsa útgerð fyri

Nú verður tað dýrari at hava børn í dagrøktini í Klaksvík. Í hesum sambandi viðgerð Klaksvíkar Býráð nevniliga eina ætlan um at javntseta prísin á dagrøktarplássum til børn upp til trýt ár, við prísin á vøggustovuplássum.

 

Býráðið sigur, at orsøkin til hetta er, at eitt dagrøktarpláss kostar 1.493 krónur um mánaðin í 11 mánaðir um árið, men eitt vøggustovupláss kostar 70 krónur meiri um mánaðin, ella 1.563 krónur um mánaðir, men tað gjaldið er allar 12 mánaðirnar í árinum. 

 

Upprunaliga ætlaði býráðið, at foreldur at børnum upp til trý ár, skulu rinda 70 krónur meiri um mánaðin fyri at hava tey í dagrøktini. Men tey skuldu framvegis bara gjalda fyri 11 mánaðir, so meirútreiðslan hjá hesum foreldrum hevði verið 770 krónur um árið.

 

Fyri foreldrini í dagrøktarskipanini er talan um ein meirkostnað á 70 kr. um mánaðin ella 770 kr. um árið, men framvegis rinda tey bara fyri 11 mánaðar um árið, so tað er eitt vet bíligari. 

 

Men Trivnaðarnevndin hjá býráðnum, sum eisini viðgerð barna- og ungdómsmál hevur somuleiðis viðgjørt málið. Og tey taka undir við, foreldrini skulu rinda 70 krónur meiri um mánaðin fyri hava eitt børn upp til trý ár í dagrøktini.  Men nevndin hevur somuleiðis samtykt, at foreldrini skulu rinda allar 12 mánaðirnar um árið, soleiðis at gjaldið fyri eitt dagrøktarpláss verður heilt javntsett við gjaldið fyri eit vøggustovupláss. 

 

Og tekur Fíggjarnevndin hjá Býráðnum undir við Trivnaðarnevnfini og samtykkir býráðið tað, fer meirútreiðslan hjá foreldrunum sostatt at verða 840 krónur um árið.

 

Meirinntøkurnar hjá kommununi verða nakrar tíggutals túsund krónur um árið og býráðið ætlar at marka teir pengarnar til at keypa ymsa útgerð fyri, sum foreldrafelagið hevur ynskt at fáa.