Barnaansing
Næsta ár fer tað at verða eitt sindur dýrari hjá foreldrum í Havn at hava børn í vøggustovu, barnagarði, ella í frítíðarskúla.
Tað er komið fram, nú býráðið arbeiðir við at leggja fíggjarætlanina fyri komandi ár.
Tá ið lønarsamráðingar verða aftur, eru útlit fyri eini ávísari lønarhækking og tí er ætlanin at gjaldið hjá foreldrunum skal hækka samsvarandi.
? Tað er trupult at meta um, hvussu stór lønarhækkingin verður, men vit hava lagt eitt sindur upp fyri teimum hækkingum,sum helst fara at koma, sigur Jan Christiansen, borgarstjóri í Havn.
Hann sigur spurningurin um, hvat barnaansing kostar er rættiliga einfaldur við tað, at kommunan betalir 70% av rakstrinum og foreldrini betala 30%. Samstundis eru 90% av rakstrinum lønir til pedagogar og hjálaprfólk og til starvsfólk annars.
? Sostatt er tað beinanvegin, at lønarhækkingarnar gera raksturin dýrari og fyri at vera fyrivarin, hevur býráðið gjørt av at býta eina væntaða lønarhækking ímillum foreldrini og kommununa við 30% til foreldrini og 70% til kommununa.
?Sostatt er lagt upp fyri í fíggjarætlanini, at gjaldið til barnaansingina skal hækka eitt sindur komandi ár, sigur borgarstjórin.
Hvussu stór hækkingin verður, kundi hann ikki siga upp á standandi fót.
Men aðrastaðni í býráðnum hava vit fingið at vita, at frá 1. januar koma foreldur at betala ein lítlan hundraðkrónuseðil meir um mánaðin fyri eitt barn í vøggustovu og einar 50 krónur meir fyri eitt barn í barnagarði og einar 30 krónur meir fyri eitt barn í frítíðarskúlanum.
Í løtuni kostar tað 2.400 krónur um mánaðin at hava eitt barn í vøggustovu, men næsta ár fer prísurin upp á einar 2.500 krónur.
Tó skal viðmerkjast, at foreldur betala bara í 11 mánaðir, tí 12. mánaðurin er feria og hann er ókeypis. Fyri frítíðarskúla betala foreldrini í 10 mánaðir.
Sostatt fer tað næsta ár at kosta foreldrum 27.500 krónur um árið at hava eitt barn í vøggustovu og tað er 1.100 krónur meiri enn í ár.
Skal merkjast minst møguligt
Men, sum skilst, verður tað ikki uttan víðari, at gjaldið hækkar, tí minnilutin í býtáðnum ætlar ikki at lata tað fara afturvið borðinum.
Leivur Hansen úr minnilutanum, sum eisini er limur í fíggjarnevndini hjá býráðnum, sigur at nú figgjarætlanin hevur verið til viðgerðar, hevur hann fingið ábendingar um, at ætlanin er at hækka foreldraagjaldið til vøggustovu, barnagarð og frítíðarskúla.
Hann sigur, at minnilutin heldur, at talan er um hækkingar, sum fara at merkjast hjá foreldrunum, serliga teimum, sum eiga fleiri børn, men hann vil ikki gera viðmerkingar til, hvussu stórar hækkingarnar vera, fyrrenn fíggjarætlanin er løgd fyri býráðið.
?Men minnilutin heldur, at foreldragjaldið eigur ikki at vera hækkað, uttan so at foreldur fáa onkrar aðrar batar fyri at sviðin skal vera so lítil sum gjørligt.
Hann heldur, at tað kann gerast við at hækka barnafrádráttin og hetta verður helst eitt uppskot, sum minnilutin fer at leggja fyri býráðið í sambandi við fíggjarætlanina komandi ár.
Í hesum sambandi kann upplýsast, at borgarstjórin hevur í farnu viku upplýst fyri Sosialinum, at ætlanin er, at bæði kommunuskattur og barnafrádráttur, skulu verða óbroytt komandi ár, ávikavist 18,75% og 4.500 krónur.
Fíggjarætlanin hjá Tórshavnar Kommunu kemur til fyrstu viðgerð á almennum býráðsfundi hóskvøldið.
MYND AV BØRNUM
Næsta ár fer tað at kosta foreldrum einar 27.500 krónur tilsamans at hava eitt barn í vøggustovu í Havn. Tað er umleið 1.100 krónur dýrari enn í ár. Gjøldini til barnagarð og frítiðarskúla hækka eisini. Myndin er tilvildarlig