Dýrari ? ikki bíligari at flúgva til Føroyar

Fyrr í vikuni boðaði Atlantsflog frá nýggju ferðaætlan síni og teimum nýggju prísunum. Sagt varð, at nú er vorðið bíligari og smidligari at flúgva til Føroyar. Men hetta eru fleiri lesandi føroyingar í Danmark ikki samdir í.

Ferðaseðlaprísir: - Henda nýggja prísskipanin hjá Atlantsflogi verður ikki eitt oyra bíligari fyri okkum. Heldur hinvegin, tí vit noyðast nú at gjalda enn meiri fyri at ferðast heim til Føroyar.
-Teir hava haraftrat broytt, ella partvíst avtikið Súlu-skipanina, soleiðis at vit nú skulu gjalda næstan 3000 kr. meiri enn áður fyri at fáa nakað burturúr. Slíkt kann ikki annað enn kallast løgin marknaðarføring av einum produkti, siga fleiri lesandi føroyingar, sum hava verið í samband við blaðið.
Teir vísa eisini á, at hjá teimum sum hava børn, skulu nú øll børn omanfyri 11 ár gjalda sama prís sum vaksin fyri at flúgva í framtíðini.
-Hetta er eisini ein príshækking hjá fólki, og ikki ein bíligari loysn, soleiðis sum tað hevur verið sagt.
-Tí skilja vit heldur ikki, at Atlantsflog sigur seg ikki misbrúka einastøðuna á Føroya-rutuni, siga tey, og spyrja, um Vinnumálaráðið man hava góðkent hesar prísirnar.
Hinvegin so vísa tey á, at vinnan, sum ikki trýtur pening, fær nógv burtur úr hesum broytingunum. Men tey mongu lesandi í Danmark eru altso tey, sum eru við skerdan lut í hesi nýggju skipanini.

Yvirdríva lækkingina
Tey lesandi í Danmark hava hugt eftir nýggju skipanini, og hava m.a. lagt merki til, at tað nú ber til at fáa ein einvegis ferðaseðil fyri 745 krónur. Men, siga tey, sannleikin er, at tað ber ikki til at fáa ein einvegis ferðaseðil fyri hendan prísin ? og heldur ikki fyri 945 kr, sum er næsti prísklassin.
-Ein noyðist at keypa ein retur-ferðaseðil, og tí er ikki rætt at siga, at tað ber til at fáa ein einvegis ferðaseðil fyri hendan prísin. Her er altso talan villleiðandi marknaðarføring.
-Og keypir tú tann bíligasta ferðaseðilin, so kostar hann við øllum 2.207 kr. aftur og fram. Frammanundan kostaði tann bíligasti ferðaseðilin 2.212 kr. Príslækkingin er sostatt 5 kr. ? góð 0,3 prosent. At skýra tað eina stóra príslækking er at yvirdríva meira enn eitt lítið sindur, siga tey heldur speiskliga.
Í framløguni varð nevnt, at hesin ferðaseðilin í dag kostar 2.010 kr. uttan ferðaavgjøld og uttan avgreiðslugjaldið upp á 220 kr. Men tað undrar tey lesandi, at Atlantsflog fyri fáum døgum síðani koyrdi við einum tilboði, sum eitur 2.212 kr. fyri ein vikuskiftisferðaseðil við øllum.

Súlan hvarv
- Munurin á teimum báðum ferðaseðlunum er í lagi, at tú við teimum nýggju ferðaseðlunum kanst vera burtur í 14 dagar (um tú keypir ferðaseðilin fyri 2x745 kr.) ella 21 dagar (um tú keypir tann fyri 2x945 kr.)
-Tað er her frensurin liggur grivin. Tú missur súluna við øllum teimum bíligastu ferðaseðlunum. Og ein súla hevur eitt virði upp á 20 prosent av einum heilum ferðaseðili. So tú skalt altso lækka prísirnar minst 20 prosent, áðrenn ein príslækking yvirhøvur fer at merkjast í mun til í dag.
-Men taka vit næsta prísklassan aftur, so fáast ferðaseðlarnir har fyri 1.145 kr. ella 1.295 kr. hvønn vegin. Við avgjøldum og øðrum verður prísurin aftur og fram annaðhvørt 3.007 ella 3.307 kr. Hesin ferðaseðilin svarar til ein apex-ferðaseðil í dag, og tú kanst vera burtur í 30 dagar.
-Í dag kostar ein apex-ferðaseðil 3337 kr., so her er altso talan um eina príslækking upp á millum 30 og 330 kr. Príslækkingin upp á 30 kr. svarar til umleið 0,9 prosent, og príslækkingin upp á 330 kr. svarar til góð tíggju prosent. Men eisini her missur tú súluna, sum altso hevði eitt virði upp á 20 prosent, og tí verður talan í veruleikanum um eina stóra príshækking.
-Tú fært gott nokk tann ágóðan við hesum ferðaseðlunum í mun til ein apex, at tú við at gjalda 500 kr. kann broyta ferðaseðilin. Tað kanst tú ikki við einum apex í dag. Men tá verður ferðaseðilin eisini dýrari og fer at kosta nógv meira enn ein apex ger í dag.

Raka tey lesandi
Tey lesandi hava eisini hugt eftir tí næsta prísklassanum, har tað ber til at fáa ein "einvegis" ferðaseðil fyri 1.445 kr., og tá eru eftir øllum at døma ongar avmarkingar fyri, hvussu leingi ein kann vera burtur. Hesin kostar við øllum 3.607 kr. og kann samanberast við ein ferðaseðil sum tey ungu, lesandi og pensiónistar kunnu fáa nyttu av.
- Ein tílíkur kostar í dag 3.737 kr. við øllum. Talan er altso um eina príslækking uppá 130 kr. ? svarandi til umleið 3,5 prosent. Eisini her missur tú súluna, og tí er í veruleikanum talan um eina gigantiska príshækking.
-Hjá okkum lesandi, sum eru ein rættiliga stórur brúkaraskari hjá Atlantic Airways, hevur hendan nýggja prísskipanin so at siga bara príshækkingar við sær. Teir hava helst eisini hugsað um, at tey fægstu av okkum eru heima í styttri enn ein mánað, og tí noyðast vit at gjalda 3607 kr. fyri ferðaseðilin og fáa sostatt ikki ágóða av teimum "bíligu" ferðaseðlunum.
-Súluna kunnu vit gott gloyma, so í veruleikanum skulu í framtíðini gjalda 2.957 krónur meira fyri seks ferðaseðlar í mun til prísin, sum hann er í dag. Áðrenn príshækkingina - avtøkuna av súluni ? skuldu vit bert gjalda fyri fimm ferðaseðlar, áðrenn vit fingu ein ókeypis. Nú skulu vit gjalda fyri allar seks ferðaseðlarnar, og tí verður tað 2957 kr. dýrari hjá okkum at ferðast seks ferðir í mun til áður, siga tey lesandi.