Tá Strandfaraskip Landsins 1. juli 2007 gjørdu av at lækka ferðaseðlaprísirnar á øllum sjóvegis farleiðum hendi tað undarliga, at kostnaðurin í mánaðarkortum lækkaði so nógv, at tað gjørdist bíligari at keypa eitt mánaðarkort enn eitt 10-túra kort.
Hetta gjørdist skjótt nýggja stjóranum á Strandferðsluni, Boga Mortensen, greitt, og tí stóð valið í veruleikanum ímillum at antin lækka hinar framman undan lágu prísirnar, ella at hækka kostnaðin á mánaðarkortum.
Tað er ikki heilt greitt, hvussu hetta ósamsvar kom í, tá skiftið frá báðar vegir billetering til einvegis billetering fór fram. Tá lækkaðu prísirnir á styttru leiðunum úr 35 krónum fyri túrin (70 krónur aftur og fram) niður í 40 krónur báðar vegir. Á Suðuroyarleiðini lækkaði prísurin úr 70 krónum hvønn vegin til 80 krónur báða vegir.
Men tað sum tá gav misljóð var, at prísurin á mánaðarkortum lækkaði úr ávikavist 450 og 900 krónum niður í 230 og 460 krónur. Hesi tølini er munandi lægri enn prísurin fyri 10-túra kortini, sum er ávikavist 340 og 680 krónur.
- So tað er í veruleikanum bert ein justering av tí ósamsvari, ið hevur verið millum prísirnar á 10-túra kortum og mánaðarkortum, sigur Bogi Mortensen, stjóri á Strandfaraskipum Landsins.