Dýri flytidagur hjá løgtinginum

Løgtingsskrivstovan flytir nú niðan á ovastu hædd í hjábygninginum hjá Føroya løgtingi. Á ólavsøku verður fyrsta byggistig í ætlanini at byggja gamla Telefonverkið um til Løgtingið væntandi liðugt.

Mánadagin fór Løgtingsskrivsstovan undir at flyta í síni nýggju høli, sum eru á ovastu hædd í húsinum, har Telefonverkið áður helt til.
Enn er bara ovasta hæddin liðug, har sjálv Løgtingsskrivstovan skal halda til. Súsanna Danielsen, stjóri á Løgtingsskrivsstovuni, sigur, at væntandi verður alt liðugt á ólavsøku. Hon er væl nøgd við umstøðurnar, sum tær síggja út.
Gamli bygningurin hjá Telefonverkinum, sum nú verður bygdur um, skal vera til umsiting og annað hjá løgtinginum. Á aðru hædd vera fundarhølini hjá løgtinginum og á fyrstu hædd fáa tingmenn einar 70 fermetrar til uppihalds, og køkur er eisini á tí hæddini. Kjallarin hevur higartil verið brúktur til uppihaldsstovu hjá tingmonnum, men nú teir fáa betri umstøður, verður kjallarin bert brúktur til klædnagoymslu. Ovastu hæddina, tað er triðja hædd, fær Løgtingsskrivsstovan alla, sum hon er.
Hetta er kortini bara fyrsta byggistig í tí stóru ætlanini at geva løgtinginum nýggjar karmar. Føroya Tele kemur framvegis at halda til í norðaru helvtini av bygninginum, og sambært ætlanini, sum er stungin út í kortið, verður húsið ikki heilt liðugt til Føroya løgting fyrr enn í 2005. Tá skal Føroya Tele vera úti við øllum sínum útbúnaði. Til ta tíð hava løgtingsmenn eisini fingið hvør sína skrivstovu at húsast í.
Enn er útsíðan á umsitingarliga partinum av løgtingshúsinum ikki liðug, men ein hóming fæst av endaligu útsjóndini við at hyggja at ovastu hæddini. Vindeyguni vera tey somu í teimum niðaru hæddunum og bæði tornið og millumbygningurin, sum partvíst er úr glasi, hava eisini fingið sítt endaliga skap.
Tað er Heidi Andreasen arkitektur, sum hevur staðið fyri at geva løgtinginum nýggja útsjónd og umstøður. Hon vann upprunaligu arkitektakappingina um nýggj løgtingshús, sum kortini ikki vann frama av politiskum ávum.
Løgtingsskrivsstovan hevur síðstu árini hildið til í bygninginum hjá gomlu Dimmu í Erling Jalsgøtu.

MYNDATXT
Snotuligt sær tað út á ovastu hædd, har Løgtingsskrivstovan nú flytir inn
Mynd: Jens K. Vang