Dýrur Arsenal sigur

Arsenal er nú bara eitt stig aftanfyri Manchester United, men bæði Cesc Fabregas og Theo Walcott fóru skaddir av vøllinum. Arsenal vann í kvøld 1-0 á Stoke City, men hóast stigini eru kærkomin, so er lagið í Arsenal ikki bara gott. Bæði liðskiparin, Cesc Fabregas, og enski landsliðsvongurin, Theo Walcott, fóru av vøllinum við skaðum.

 

Arsenal kom á odda tíðliga í dystinum. Tað var miðverjin, Sebastien Squillaci, sum stútaði í mál eftir horna. Í fyrra hálvleiki fór Cesc Fabregas av vøllinun við nøkrum sum líktist pínu í knænum. Í seinna hálvleiki mátti Theo Walcott berast av vøllinum eftir eina ófantaliga takling frá Stoke verjuleikara.

 

Skaðarnir koma illa við, nú tá Arsenal hevur bæði Carling Cup finaluna og seinnu 1/8 finaluna í Champions League at hugsa um komandi tíðina. Arsenal er nú bara eitt stig aftanfyri oddaliðið, Manchester United, sum hevur spælt ein dyst færri.

 

Premier League:

 

Arsenal ? Stoke 1-0 (0-0)

1-0 Sebastian Squillaci, 7