Dýrur dystur

Dysturin móti kollfirðinum sunnudagin kann vísa seg at gerast sera kostnaðarmikil fyri StÍF, sum fekk tríggjar leikarar skaddar í dystinum bert lítla viku undan steypafinaluni.

Komandi leygardag verða steypafinalurnar í hondbólti spældar í høllini á Hálsi í Havn. Í mansfinaluni hittast VÍF og StÍF, og hjá báðum liðum ræður um at hava allar mans tøkar til dystin.

Sveinur ivasamur
Longu tíðliga í dystinum móti KÍF landsliðsleikarin Sveinur Justinussen ein skaða í fótin, og talan var um so mikið álvarsligan skaða, at Sveinur als ikki kom aftur á vøllin í dystinum sunnudagin. Tá ið vit tosaðu inn á strendur sunnukvøldið, var sagt, at um Sveinur spælur við leygardagin, so verður hann ikki 100 prosent klárur, tí fóturin var illa meiddur.
Harumframt fingu bæði sterki strikuspælarin Bent Djurhuus og veteranurin Artur Johansen smærri snuddir, men allarhelst er her ikki talan um skaðar, ið kunnu forða teimum í at taka lut í steypafinaluni leygardagin.