Dýrur jólabýtúrur

Tað kostaði einum ungum manni tríggjar mánaðar treytaleysa fongsulsrevsing, at hann sambært dómaranum hevði skallað ein annan ungan mann á nøsina 3. jóladag.

Hendingin fór fram stutt inn í triðja jóladag í 2010, tá ein ungur maður skuldi mekla millum tveir aðrar. Men áðrenn hesin ungi maðurin veit av, verður hann skallaður á nøsina.

Hóast ákærdi maðurin bedýraði, at hann var ósekur, so valdi dómarin at trúgva órættaða manninum og einum øðrum vitni hjá ákæruvaldinum, sum báðir peikaðu á ákærda mannin sum hann, ið hevði framt harðskapin.

Og dómurin gjørdist ógvuliga harður, men tað hevur sína frágreiðing. Ákærdi maðurin fekk í juni 2010 ein dóm fyri harðskap, áljóðandi tríggjar mánaðar fongsul. Tó vórðu tveir mánaðir gjørdir treytaðir. Royndartíðin var tó sum vanligt tvey ár, og hon var sum kunnugt ikki farin, tá ungi maðurin aftur framdi harðskap bara halvt ár seinni.

Atlit verður tikið til, at so long tíð er gingin, síðani hendingin fór fram og til málið kom fyri í rættinum, segði dómarin.

Tí gjørdist revsigin fyri hendingina triðja jóladag lutfalsliga lin, men afturfyri gjørdust teir báðir treytaðu mánaðirnir treytaleysir, so samlaða revsingin gjørdist tríggjar mánaðar treytaleys fongsling.

Tann dømdi hevur nú 14 dagar at umhugsa seg í, antin hann kærir dómin inn fyri hægri rætt ella ikki.