Síðani hann fór frá, hevur fyrrverandi amerikanski forsetin Bill Clinton hildið røður um mong ymisk evni víða hvar um heimin, og fólk eru til reiðar at gjalda nógv fyri at sleppa at hoyra hann. Tað ávirkar sum vera man samsýningina, og sambært AP fekk Clinton einar 45 milliónir krónur í fjør fyri at halda røðu ymsastaðni. Orsøkin til, at talið er alment, er, at Hillary Clinton er senatorur og skal tí geva upp, hvussu nógv hjúnarfelagin forvinnur.
Jay Carson, sum er talsmaður hjá Bill Clinton, sigur við AP, at fyrrverandi forsetin hevði óvanliga nógv at gera í fjør. Hann helt 42 røður. Tann minsta samsýningin var beint niðan fyri eina millión krónur, men fyri at halda tvær røður í Kanada fekk Clinton næstan fimm milliónir krónur.
Clinton-hjúnini hava ikki liðið neyð, síðani tey fóru úr Hvítu Húsunum. Tvørturímóti hava tey forvunnið nógvar pengar burtur úr røðum og bókaútgávum. Harafturat fær Hillary sína føstu løn sum senatorur.