Dóttir Michael Jackson: Pápi mín varð myrdur

Í 2009 doyði poppstjørnan Michael Jackson bert 50 ára gamal. Persónligi læknin hjá Jackson, Conrad Murray, hevði givið poppsangarnum í so nógvan doyvandi heilivág, og hann varð dømdur fýra ár fongsul fyri óviljað manndráp.

18 ára gamla dóttir Michael Jackson sigur í samrøðu við Rolling Stone, at hon er sannførd um, at pápi hennara varð myrdur.

- Alt peikar á, at hann varð myrdur. Tað ljóðar sum ein søga um samansvørjing, men allir veruligir fjepparar og øll familjan veit tað, sigur Paris Jackson við Rolling Stone.

Hon nevnir ikki læknan hjá pápa sínum, men sigur, at fleiri fólk ynsktu pápan deyðan, og hon ynskir at hevna deyða pápa sín. Men tað skal gerast á rættan hátt, sigur hon.