Dávid á Lakjuni vann DM-silvur í Taekwondo

Ungi fuglfirðingurin gjørdist nummar tvey í bólkinum undir 59 kg

Føroyingar gera vart við seg í Taekwondo niðri í Danmark.

 

Ígjár bleiv 17 ára gamli, Dávid á Lakjuni úr Fuglafirði nummar tvey í danmarksmeistaraskapinum fyri menn í bólkinum undir 59 kg.

 

Dávid á Lakjuni er systkinabarn kenda Taekwondo-íðkaran og venjaran, Høgna Kunoy Dávason, sum hevur gjørt nógv fyri at fáa undirtøku fyri Taekwondo í Føroyum.

 

Miðlahúsið ynskir Dávidi á Lakjuni tillukku við flotta silvurheiðursmerkinum. Tað er bert hálvttriðja ár síðani, at Dávid á Lakjuni fór at venja Taekwondo, so talan er um eitt framúr avrik.