Daewoo Marathon cup 2002

Leygardagin 31. august skipar Ítróttarfelagið Bragdið fyri rennikapping í Havn. Kappast verður á ymsum teinum hjá børnum og vaksnum

Renning

Tey vaksnu hava høvi at royna seg á einum av teimun longru teinunum nevniliga hálvmarathon, ið er 21.1 km til longdar. Kappingin hjá teimum vaksnu byrjar og endar á Bursatanga. Runnið verður niðan eftir Áarvegnum, runt um Telefonverkið og Sparikassan, og oman aftur á Bursatanga. Síðani verður runnið yvir við Strond til tyrlupallin, har vent verður heimaftur til Bursatanga. Hendan leiðin skal rennast fýra ferðir.
Eisini verður skipað fyri barnarenning á Bursatanga. Børnini verða býtt í fýra aldursbólkar.

Dreingir-7/Gentur-7 (f.1995 ella seinni) renna 500 m.
Dreingir-10/Gentur-10 (f.1992-1994) renna 500 m.
Dreingir-13/Gentur-13 (f.1989-1991) renna 1000 m.
Dreingir-17/Gentur-17 (f.1985-1988) renna 1000m.

Skrá :
Kl. 12.30 Tilmelding við Bursatanga
Kl. 13.00 Hálvmarathon byrjar
Kl. 13.20 Børn 7 ár byrja
Kl. 13.30 Børn 10 ár byrja
Kl. 13.40 Børn 13 ár byrja
Kl. 13.50 Børn 17 ár byrja
Aftaná verður heiðursmerkini handað á staðnum.

Kappingin partur av Daewoo Marathon Cup
Kappingin í Havn er samstundis fyrsta umfar av Daewoo Marathon Cup 2002. Hetta er triðja árið á rað, at skipað verður fyri Daewoo Marathon Cup í renning. Henda kapping bleiv roynd fyri fyrstu ferð í 2000 og eydnaðist so mikið væl tað árið og í fjør, at fyrireikararnir hava tikið stig til hava kappingina aftur í ár. Tað eru tey trý feløgini fyri frælsan ítrótt, Treysti úr Norðoyggjum, Bragdið úr Havn og Roysnið úr Eysturoynni, sum saman við P/F Esmar Simonsen á Kambsdali skipa fyri kappingini. Sum flest øllum kunnugt, so er tað P/F Esmar Simonsen, sum selur teir vælumtóktu Daewoo bilarnar í Føroyum. Daewoo Marathon Cup er samansett av fýra rennikappingum, ið tilsamans verða 42.195 metrar ella tað sama sum eitt heilt marathon til longdar. Seinasta ár vóru tað heili 200 børn og vaksin sum tóku lut í teimum fýra kappigunum. Í ár verða kappingarnar í hesi raðfylgju:

Umfar   Dagur   TeinurStaður   Kapping
1.31. aug.1/2-marathon (21,1 km)Tórshavn
2. 14. sept.5 kmKlaksvíkDaewoo Renning
3.12. okt.10,5 kmToftirRunt Agnið
4.26. okt.5,6 kmKambsdalurDaewoo Renning

Vinnari av Daewoo Marathon Cup verður tann rennarin, sum samanlagt hevur brúkt minstu tíðina at gjøgnumføra tann samlaða teinin uppá 42.195 metrar. Kappingin verður skipað fyri bæði kvinnur og menn. Fyri hvørt umfar verða latin heiðursmerkir til nr. 1, 2 og 3. Samlaði vinnarin av Daewoo Marathon Cup fær kr. 500, meðan nr. 2, 3, 4 og 5 fáa ávikavist kr. 400, 300, 200 og 100. Eisini verða steyp latin til nr. 1, 2 og 3. Sum nakað nýtt verður eisini ein bólkur fyri veteranar í ár, tvs. fyri tey, sum eru fødd í 1956 ella fyrr.

Eisini Mini Marathon Cup fyri børn í ár
Barnakappingin leygardagin er eisini partur av Daewoo Mini Marathon Cup fyri børn. Hjá børnunum verður kappast í fýra aldursbólkum, sum verða teir somu sum í Grand Prix kappingini, sum hevur verið í summar, tvs.

Dreingir-7/Gentur-7 (f.1995 ella seinni)
Dreingir-10/Gentur-10 (f.1992-1994)
Dreingir-13/Gentur-13 (f.1989-1991)
Dreingir-17/Gentur-17 (f.1985-1988)

Daewoo Mini Marathon Cup er eisini samansett av fýra rennikappingum, men verða hesar tilsamans 4.219 metrar (ella 1/10 marathon) til longdar hjá dreingjum og gentum -13 og -17. Hjá dreingjum og gentum -7 og -10 verður samlaði teinurin 2.109 metrar (ella 1/20 marathon). Vinnari av Daewoo Mini Marathon Cup verður so tann rennarin, sum samanlagt hevur brúkt minst tíð til at gjøgnumføra tann samlaða teinin. Fyri hvørt umfar verða latin heiðursmerkir til nr. 1, 2 og 3. Eisini hjá børnunum verða steyp latin til nr. 1, 2 og 3 samanlagt, tvs. bert børn, sum hava gjøgnumført øll fýra umførini, telja við í samlaða úrslitinum av Daewoo Mini Marathon Cup.
Fyrireikararnir úr teimum trimum feløgunum leggja dent á, at rennikappingarnar eru fyri øll, og vóna teir, at luttøkan verður eins góð, sum hon hevur verið í rennikappingunum í summar.