Í dag byrjar Premier League aftur

Premier League: Í kvøld er aftur enskur fótbóltur á skránni fyri fyrstu ferð síðani 9. mars

Í kvøld er aftur enskur fótbóltur á skránni fyri fyrstu ferð síðani 9. mars. Klokkan 18.00 skulu uppflytarnir úr Aston Villa spæla móti Sheffield United, sum hevur tikið øll á bóli í ár. Seinni í kvøld verður stórdystur millum Manchester City og Arsenal.

Tað hevur ikki verið enskur fótbóltur síðani 9. mars, tá koronasmittan legði Ongland og meginpartin av heiminum lamið. Lægru deildirnar í Onglandi eru avlýstar, men tað verður spælt liðugt í Premier League og The Championship, sum er næstbesta deildin.

Tað verður tó nakað øðrvísi enn vanligt. Tað verða ongir áskoðarar til dystirnar og Premier League hevur góðtikið eina broyting, sum gevur feløgunum møguleika at skifta fimm spælarar heldur enn tríggjar, sum hevur verið vanligt. Hetta fyri at ikki leggja ov stórt kropsligt trýst á spælararnar, nú kappinging byrjar aftur og tað verða nógvar dystir.

Tað verður eisini góður møguleiki at fylgja við, tí flestu dystirnir verða á serstøkum tíðspunktum. Tað verður spælt næstan hvønn dag fyrstu dagarnar og dystirnir eru næstan ongantíð í senn. Fyribils verður spælt fram til 26. juli, tá 38. og seinasta umfar verður.

Liverpool verður meistari fyri fyrstu ferð í 30 ár. Tað er bara ein spurningurin nær. Chelsea situr í løtuni á fjórða plássinum, sum gevur atgongd til Champions League, men er í harðari kapping við Manchester United, Wolverhampton, Sheffield United og Tottenham.

Í botninum er tykist greitt at Norwich flytur niður, men Aston Villa og AFC Bournemouth eru undir niðurflytingarstrikuni, men tað er ikki langt upp til feløg sum Watford, West Ham og Brighton.

1Liverpool29271166:2182
2Man City28183768:3157
3Leicester29165858:2853
4Chelsea29146951:3948
5Man Utd29129844:3045
6Wolves291013641:3443
7Sheffield Utd281110730:2543
8Tottenham291181047:4041
9Arsenal28913640:3640
10Burnley291161234:4039
11Crystal Palace291091026:3239
12Everton291071237:4637
13Newcastle29981225:4135
14Southampton291041535:5234
15Brighton296111232:4029
16West Ham29761635:5027
17Watford29691427:4427
18Bournemouth29761629:4727
19Aston Villa28741734:5625
20Norwich29561825:5221