Í dag er altjóða handikappdagur

3. desember er altjóða handikappdagur, og hendan dagin fer Ráðið fyri Brekað at markera við eini nýggjari heimasíðu.

- Ráðið metir, at tað er sera umráðandi alla tíðina at gera vart við viðurskiftini hjá teim brekaðu. Tað skal ein áhaldandi kampur til - hóast tað ikki átti at verið neyðugt, sigur Barbara á Tjaldrafløtti, forkvinna í Ráðnum fyri Brekað.

Hon vísir á, at verunleikin kortini er ein annar.

- Søgan vísir, at tað hevur verið neyðugt at staðfesta rættindini hjá teimum, ið bera brek, í altjóða sáttmála. Hesin sáttmálin varð staðfestur fyri Føroyar á sumri 2009.

Á heimasíðuni eru upplýsingar um virksemi hjá Ráðnum www.radidfyribrekad.fo www.radidfyribrekad.fo