Í dag er føroyingurin deiligur, feitur og fregin

tórbjørn jacobsen


Meginásin í mannasøguni er stríð um ognir og vald. Ímillum manna og ímillum lond. Ein bardagi um stik og steyrar, sum fekk heimspekingin Jean-Jacques Rousseau, franski parallellurin til Líggjas í Bø, hugsi um yrkingina: Maðurin og moldin, at spyrja spurningin: Hvussu mongum brotsverkum, bardøgum og myrðingum, harmi og ræðslu var mannaættin ikki sloppin undan, um onkur longu tá var nóg avgjørdur og knappur í vendini, og hevði roytt hin fyrsta stiksteyran úr svørðinum aftur, ella grivið uppí aftur veitirnar, sum nú vóru mørk ímillum ein og hini?

Søgan er skipað sambært kyninum í streymtalvuni, sveiggini, æviga javnvágin. Navnarnir báðir, Ólavur & Ólavur, ið gjørdu um seg fyri á leið túsund árum síðani, fluttu mørkini vestureftir. Løgdu ognir undir seg, og vunnu sær vald. Ígjøgnum norska apologetin Sigmund Brestisson. Jarnbrot og rambukkur varð kristindómurin, ætlaður sum gleðiboðskapur, í hesum føri amboð í valdstøku og skattálegging. Í Norðragøtu syrgdi ein eldri gandakallur sínar látnu fylgisneytar, skeggjarnar, og stutt fyri lívlátið helt hann fyri: Nú ráða aðrir øllum.

Einasta monumentið yvir Trónd er piðaða ræið, sum sløðist onkustaðni undir Gøtu túnum, ímeðan skurðguða høggmyndir av skúvoyinginum, at kalla dagliga, hevja seg úr svørðinum upp ímóti skýrákinum. Well, hann kolonialiseraði landið fyri fremmandar kallar. Í andsøgn sat gøtumaðurin tryggur í sínum egna høvdingaveldi. Eitt øgiligt spennið. Í kjalarslóðini vórðu lunnarnir smurdir undir kristindóminum, praktiseraður dagliga í kømrum, samkomuhúsum og kirkjum, sum við tíðini gjørdist evsti samleiki føroyinga, saman við málinum og mentanini.

Í fyrstani líka so groteskur sum heilaga stríðið í Miðeystri, har ísraelsmenn bumba traðirnar hjá Mahmud og oliventrøðini hjá Yassir og lata eitraða grimdarregnið falla niður yvir miðbýin í Beirut. Hinvegin dunið frá goturstykkjum í Haifa og sjálvmorðsbumbumonnum í onkrari sjálvtøkukrambúð í Tel Aviv.

Vit minnast Ólav Halga í størri friðsemi. Umframt at vera kristin og politisk hátíð, er Ólavsvøkan nú vorðin tjóðarhátíð føroyinga. Savningardagur. Eitt slag av latínamerikanskum karnevali, Havnin í nakrar dagar ein miniature útgáva, ein smámynd, av Rio, Buenos-Aires og Havanna. Fólkið er ílatið nationala kampuniformin, ein vøkur kosmetisk staðfesting av tí sum vit øll kunna savnast um: kristna trúgvin, politiska skipanin, málið, lívshátturin og mentanin. Hesar báðar dagarnar eru øll líka. Samband og Tjóðveldið, Javnaður og Fólkaflokk. Loyvisjallar og kvotabarónar og tey sum húsast í ráum kjallaraíbúðum, har dýnurnar hanga modnar á radiatorunum, og liva í vónini um at pantifútin fær blóðpropp, flakakvinnan á Sandoy Seafood og røktingarmaðurin í Ambadali. Kegl og stríð um ognir og vald er suspenderað nakrar sólarringar. Hetta er hin ultimativa tjóðskaparliga syntesan, hvørvisteinurin, har ryggurin og felags samleikin verður brýndur, og sum ger tað møguligt at búleikast í oyggjunum sum eitt fólk.

Ráðandi er um, at halda frið og semju í hevd um hátíðina, hetta eru dagar ið skula hespast burtur, dagarnar harið skiftast kunna orð um stríðsmálini eru nóg mangir í árinum. Lat tað spennið, sum vit ervdu fedrum av, heilt frá Sigmundar og Tróndar døgum, taka seg uppaftur táið gerandisdagurin aftur rísur úr eystri og menn í hesum rómaklædda barbiehúsinum, handan bakið, aftur kunna stríðast um vælferð fólksins og um Føroyar í allar ævir skula stjórnast sum ein donsk jukebox ella um aktuella støðan er idealið fyri alla tíð. Allir hava rætt eftir síni sannføring. Avgerðin er fólksins  tykkara.

Omanfyri alt er tjóðin. Hana eiga vit øll. Ein dýrur arvur at røkja og verja. Og lati okkum aldri gloyma orðini hjá russaranum Alexander Solsjenitsyn: Um tjóðirnar skuldu horvið, fer hetta at gera okkum í minsta lagi líka so fátæk, sum fóru øll menniskju at verða púra eins, við sama persónleika og somu útsjónd. Tjóðirnar eru menniskjans ríkidømi, tjóðin er menniskjans kollektivi persónleiki. Sjálvt tær allarminstu hava sín serliga lit og rúma í sjálvum sær eitt serligt frábrigdi í tí guddómliga stavnhaldinum.

Tað er vælsignað at vera føroyingur. Í dag er hann deiligur, feitur og fregin. Í morgin í vinnu og samfelagsyrki, brasin ferðamaður ígjøgnum fjøruti ættarlið. Takk fyri løtuna.