Í dag eru toftamenn í fokus

1.DEILD: B68 fer seinnapartin til Klaksvíkar, og NSÍ fær vitjan av ÍF, sum hevur møguleika at tryggja sær gullið

Í gjár vunnu bæði 07 Vestur og AB. Tí sigur støðutalvan í Betri deildini, nú tað resta tvey umfør, at trý feløg eru í vanda fyri at flyta niður. Umframt AB og 07 Vestur, sum eru aftast og næstaftast, er EB/Streymur nú í vanda fyri at flyta niður.

AB hevur 15 stig, 07 Vestur hevur 16 stig, og EB/Streymur hevur 20 stig.

 

Um eitt ella tvey av hesum liðunum fara at flyta niður er eisini treytað av, um B68 megnar at flyta upp saman við ÍF.

Í dag verður 25. umfar í fyrstu deild. Takið hjá B68 í trimum teimum síðstu umførunum er at taka seg framum NSÍ ella KÍ, sum eru ávikavíst nummar tvey og trý.

Tí er einki at siga til, at tað umframt í Nes kommunu seinnapartin í AB og 07 Vestur og eisini EB/Streymi fer at verða fylgt væl við í, hvussu gongdin verður, og um tað fer at eydnast B68 at taka seg nærri uppflytingini.

ÍF hevur 57 stig, B68 hevur 45 stig, og KÍ og NSÍ hava 49 stig.

 

Toftamenn fyrireika seg at fara til Klaksvíkar, og NSÍ eigur í dag heimavøll í oyggjauppgerðini ímóti ÍF.

Møguleikin hjá B68 at flyta upp verður millum lítil og eingin, um tað ikki eydnast at vinna í Klaksvík.

Næstbesta KÍ liðið hevur tapt tríggjar tær seinastu ferðirnar – 3-0 á útivølli ímóti Giza Hoyvík, 2-1 á heimavølli ímóti NSÍ og 3-0 í Fuglafirði.

B68 tapti 3-1 í Gundadali ímóti teimum næstbestu hjá HB, áðrenn toftamenn vunnu 8-0 í Suðuroy og so 3-0 á Svangaskarði ímóti teimum næstbestu hjá Skála.

 

Fuglfirðingar hava vunnið níggju tær seinastu ferðirnar og tryggjað sær uppflyting. Í dag hava teir møguleika við Løkin at tryggja sær gullið.

NSÍ hevur vunnið fimm tær seinastu ferðirnar.

 

KÍ – B68: Eiler Rasmussen kl. 16.15

NSÍ – ÍF: Rani A. Skaalum kl. 15.00