Í dag fáa hoyvíkingar pitsu

Í dag er fyrsti dagur, har hoyvíkingar og onnur fáa høvi at keypa sær pitsa í og úr Hoyvík.

 

Ígjár var eitt sokallað Pre-Opening fyri vinum og kenningum, og stigtakararnir lata sera væl at.

- Øll vóru á einum máli um, at hetta var annarleiðis og spennandi. Botnurin og rávørurnar eru alfa og omega, eru vit samd um, eins og vit leggja okkum eftir, at mestsum alt í konseptinum kennist aftur til Italiu, har pitsan bleiv uppfunnin, sigur Kenneth Hovgaard, ein av stigtakarunum.

 

Borgarstjórin í Tórshavnar Kommunu, Annika Olsen, fekk høvið at klippa eyðkenda reyða bandið inn í nýggja matstaðið.

 

Matstaðið við navninum Tino & His Pizza opnar á fyrsta sinni fyri almenninginum í dag kl 16.