Í dag hevur Elis stóran dag

Kendi útvarpsmaðurin Elis Poulsen fyllir í dag 65 ár.

Hvørt mansbarn í Føroyum manna kenna sandoyingin Elis Poulsen, sum í fleiri áratíggju hevur verið profilur í Útvarpinum. Hann hevur gjøgnum árini gjørt sendingar, sum hava verið sera væl umtóktar, og hann hevur øll árini varðveitt eitt tætt samband við lurtararnar. Eyðkenda røddin og lætta lyndið hava verið partur av hansara útvarpsarbeiði.

Seinnu mongu árini hevur Elis spælt dansibandstónleik fyri føroyingum í sendingini Upp á tá, sum hann nú ger saman við Finni Olsen.

Fyri góðum trimum árum síðani steig Elis Poulsen alment fram og greiddi frá, at hann hevði fingið Parkinson sjúkuna. Tá segði Elis millum annað soleiðis í samrøðu við Sosialin:

- Eg segði við meg sjálvan og mín­i nærmastu, at lívið má ganga sína gongd, og nú mugu vit sum frægast royna at liva víðari, hóast eg havi hesa sjúkuna. Og so setti eg mær fyri, at skal eg megna at liva við Parkinson, má eg taka sjúkuna sum ein óbodnan gest, ið eg sum frægast má royna at gera til ein vin.

Elis Poulsen er á 65 ára føðingadegnum staddur í Reykjavík, har systur hansara býr.

Vit ynskja Elisi hjartaliga til lukku við teimum 65 árum.