Í dag læt Tróndur beinini tala

Løgmanssteypið: Frásøgumaðurin á FM1 skoraði hattrikk í fyrsta steypadystinum í ár

Leikluturin hjá Tróndi Arge plagar at vera at siga frá fótbólti, og serliga nógv plagar hann at leggja fyri, tá ið mál verða skorað og ikki minst, tá ið sami spælari skorar fleiri mál og kanska ger hattrikk.

Í dag var fyrsti dystur í ár í kappingini um løgmanssteypið.

Royn átti heimavøll, og FC Hoyvík var gestur í Suðuroy. Dysturin varð spældur á Vágseiði, og FC Hoyvík vann 3-0.

Tróndur Arge var í øllum trimum førunum málskjútti, og sostatt skoraði hann harttrikk. Fyrsta málið skoraði hann í 18. minutti, hann økti til 2-0 í 36. minutti, og tá ið FC Hoyvík 17 minuttir undan leikloki fekk brotsspark, var tað so rímiligt, at Tróndur Arge varð settur at skjóta – ella kanska tók sær rættin at skjóta – og so var 3-0, og Tróndur Arge hevði skorað hattrikk.

Tveir dystir vóru ásettir at vera í undanumfarinum í dag. Hin var í Miðvági, har dysturin millum MB og Undrið varð útsettur. Í fyrsta umfari skal FC Hoyvík spæla í Sørvági ímóti 07 Vestur.

Fyrsta umfar verður sunnudagin 18. apríl. Tá er skráin henda:

 

B36 – AB

Víkingur – Skála

B68 – EB/Streymur

ÍF – FC Suðuroy

B71 – MB/Undrið

07 Vestur – FC Hoyvík

KÍ – NSÍ

TB - HB