KÍ-kvinnurnar luttaka hesa vikuna í Champions League fótbóltskappingini hjá UEFA. Hetta er 16. ferð, at KÍ er við í kappingini, og KÍ er einasta felag í Europa, sum hevur luttikið í kappingini á hvørjum ári, síðani kappingin byrjaði í 2001.
KÍ er í bólkaspæli saman við trimum feløgum. Tey eru Apollon av Kýpros, PAOK úr Grikkalandi og Hajvalia úr Kosovo. Øll liðini spæla ímóti hvørjum øðrum í bólkaspælinum, sum er á Kýpros, og tvey tey fremstu fara víðari til næsta umfar.
Fyrsti dysturin hjá KÍ verður ímóti vertunum Apollon, sum KÍ tríggjar ferðir áður hevur spælt ímóti í Champions League seinnu árini. Hvørjaferð er tað blivið til sigur til kýpriotiska liðið – í fjør 2-0 og fyrraárið 3-1.
Dysturin millum Apollon og KÍ verður spældur í meiri enn 30 hitastigum í Limassol, og tí verður tað strævin uppgáva hjá føroysku kvinnunum. Dysturin byrjar kl. 14:45 føroyska tíð og kann stroymast (fyri gjald) á hesari heimasíðuni:
https://webtv.cytanet.com.cy/en/page/home