Í dag verða nøvnini kunngjørd

Norska løgreglan fer í dag at almannakunngera nøvnini á teimum, sum doyðu í yvirganginum í Oslo og á Utøya seinasta fríggjadag. Øll nøvnini verða kortini ikki kunngjørd ísenn.

-Løgreglan í Oslo er biðin um at almannakunngera nøvnini, so skjótt tey eru váttað, og tey avvarandi eru kunnað, sigur løgreglustjórin Arnstein Gjengedal við NRK.

Løgreglan kunngjørdi í gjár, at bumbuspreingingin í Oslo kravdi átta mannalív, og at 68 doyðu, tá Anders Behring Breivik fór at skjóta eftir fólki á oynni Utøya. Blaðið Aftenposten skrivar, at 57 vórðu funnin deyð á oynni, 10 vórðu funnin nærhendis oynni, og eitt fólk doyði á sjúkrahúsi av skotsárunum.

Sostatt kravdu atsóknirnar 76 mannalív.