Fríggjadagin vera hálvfinalurnar og sunnudagin verða heiðursmerkini handað. Í dag verður avgjørt, hvørji fýra lond skulu spæla í hálvfinaluni fríggjadagin.
Tað eru ikki færri enn seks dystir í dag, og tað verður lagt fyri longu klokkan 15.
Einasta liðið, sum við vissu hevur tryggjað sær pláss í hálvfinaluni, er Danmark. Um danir vinna eitt stig ímóti Makedonia, so tryggja teir sær fyrsta plássið í bólkinum. Tað er eisini møguleiki fyri, at teir varðveita fremsta plássið, hóast teir einki stig vinna ímóti Makedonia. Tað valdast úrslitini í hinum báðum dystunum.
Øll hini fimm liðini í bólkinum hava framvegis møguleika at vinna seg í hálvfinaluna saman við Danmark. Spania og Týskland hava bestu kortini á hondini. Um annað liðið vinnur innanhýsis uppgerðina í dag – og tað ikki endar við javnleiki – so verður vinnarin partur av hálvfinaluni.
Svøríki hevur møguleika at røkka í hálvfinaluna. Fyrsta treytin er, at sviar vinna grannauppgerðina ímóti Noregi. Onnur treytin er, at Kroatia ikki vinnur ímóti Fraklandi.
Frakland hevur mest sum tryggjað sær pláss í hálvfinaluni. Plássið í hálvfinaluni gleppur bara fraklendingum av hondum, um teir tapa við fleiri enn átta málum ímóti Kroatia og Svøríki vinnur ímóti Noregi.
Umframt Frakland, Kroatia og Svøríki hevur eisini Noreg møguleika at vinna seg í hálvfinaluna. Fyrsta treytin er, at Noreg vinnur ímóti Svøríki við í minsta lagi fimm málum, og at Kroatia tapir ímóti Fraklandi.
Miðbólkur 1:
Serbia – Hvítarussland kl. 15.00
Svøríki – Noreg kl. 17.15
Kroatia – Frakland kl. 19.30
Støðan undan síðsta umfari
1 | Frakland | 4 | 4 | 0 | 0 | 126:103 | 8 |
2 | Svøríki | 4 | 3 | 0 | 1 | 111:99 | 6 |
3 | Kroatía | 4 | 3 | 0 | 1 | 120:108 | 6 |
4 | Noreg | 4 | 2 | 0 | 2 | 124:119 | 4 |
5 | Hvítarussland | 4 | 0 | 0 | 4 | 96:119 | 0 |
6 | Serbía | 4 | 0 | 0 | 4 | 104:133 | 0 |
Miðbólkur 2:
Slovenia – Tjekkia kl. 15.00
Makedonia – Danmark kl. 17.15
Týskland – Spania kl. 19.30
Støðan undan síðsta umfari
1 | Danmark | 4 | 3 | 0 | 1 | 109:103 | 6 |
2 | Spania | 4 | 2 | 0 | 2 | 111:91 | 4 |
3 | Týskland | 4 | 1 | 2 | 1 | 97:95 | 4 |
4 | Tjekkla | 4 | 2 | 0 | 2 | 87:105 | 4 |
5 | Makedonía | 4 | 1 | 1 | 2 | 94:105 | 3 |
6 | Slovenía | 4 | 1 | 1 | 2 | 108:107 | 3 |