Longu í gjár, nakrar fáar tímar eftir, at dagbókadagurin 20. oktober 1999 var farin í søguna, hevði Fornminnissavnið fingið hóp av brøvum frá dagbókaskrivarum kring landið.
Osva Olsen, samskipari á Føroya Fornminnissavni sigur, at tilfarið er sera áhugavert og víttfevnandi.
? Vit hava fingið brøv frá skúlaflokki, barnagarði og nógvum ymiskum einstaklingum. Eldri fólk, børn, húsmøður og menn í almennum starvi eru longu umboðaði í rúgvuni, og vit gleðast um, at so ymisk fólk eru við, sigur Osva, sum eisini fegnast um, at tilfarið er so ymiskt í skapi og vavi.
? Í einum føri hevur ein skrivað okkum 10 síður, veit hon at siga.
Í dagbókabólkinum eru hesir stovnar: Fornminnissavnið, Landsbókasavnið, Landsskjalasavnið, Skúlabókagrunnurin, Studentaskúlin, Føroyamálsdeildin og Útvarp Føroya.
Dagbøkurinar skulu vera Fornminnissavninum í hendi í seinasta lagi allahalgannadag, 1. november 1999. Bústaðurin er:
Føroya Fornminnissavn
Postsmoga 1155
110 Tórshavn
Til ber eisini at senda dagbøkurnar sum teldupost á [email protected].
Dagbókabólkurin fer at gjøgnumganga tilfarið í trúnaði, og onki verður prentað í ætlaðu bókini uttan loyvi frá høvundunum, sum eiga rættin til tilfarið til deyðadag, ella 100 ár fram.
Landið er býtt í níggju stór dagbókaøki, so tað ikki skal bera til at síggja úr hvørjari bygd hin ónavngivnið er. Lætt hevði jú verið at gita seg til høvundanavnið, um skrivað stóð, at maðurin er 37 ár og er úr Mikladali (hugsað dømi, bl.m.).