Meirilutin í trivnaðarnevndini sigur í ummælinum til fíggjarnevndina, at hann metir, at avsetingarnar á fleiri økjum eru ógreiðar og, at ógvusligar rættingar og dagføringar eru neyðugar á økinum. Tískil mælir meirilutin fíggjarnevndini til at hyggja nærri at allari grein 8 í uppskotinum til løgtingsfíggjarlóg fyri ár 2000.
Arbeiðslagið ikki nøktandi
Víst verður á, at trivnaðarnevndin undir viðgerðini av fíggjarlógaruppskotinum hevur havt samskifti við Almanna- og heilsumálastýrið. Men nevndin er ikki nøgd við arbeiðslagið hjá Almanna- og heilsumálastýrinum. Meirilutin sigur í viðmerking síni, at tey ynskja at viðmerkja, at arbeiðslagið hja Almanna- og Heilsumálastýrinum í sambandi við avgreiðsluna av hesum máli ikki hevur verið nøktandi.
Ov lítið til Klaksvík
Rúna Sivertsen hevur sínar egnu viðmerkingar í ummælinum, og eru hesar um Klaksvíkar Sjúkrahús. Hon vísir á, at tá tað frá Almanna- og Heilsumálastýrinum, Helenu Dam á Neystabø og Høgna Joensen verður sagt, at orsøkin til ógvusliga niðurskurðin í játtanini til Klaksvíkar Sjúkrahús er, at fólkagrundarlagið er á leið tað sama, sum fyri Suðuroyar Sjúkrahús, so er hetta ikki rætt.
Fólkafloksvinnan úr Klaksvík vísir á, at tað í Norðoyggjum búgva gott 800 fólk fleiri enn í Suðuroynni. Hartil ger hon vart við, at Klaksvíkar Sjúkrahús í fleiri ár hevur verið upptøkuøki fyri alt landið á einum serøki, nevniliga innan ortopædkirurgi. Tískil heldur hon, at tá mett verður um virksemi á teimum trimum sjúkrahúsunum, mugu øll tøl nýtast, til dømis slag av viðgerðum, hvussu nógvar viðgerðir og so fram vegis.
Tosa móti betri vitan
Rúna Sivertsen sigur, at tað víðari í svarinum frá Almanna- og Heilsumálastýrinum, Helenu Dam á Neystabø og Høgna Joensen upp á fyrispurning, hon hevur sett teimum, verður sagt, at um Klaksvíkar Sjúkrahús ikki megnar at taka ímóti øllum teimum sjúklingum, vístir verða til sjúkrahúsið, mugu hesir fara til onnur sjúkrahús í Føroyum.
Hetta heldur Rúna Sivertsen vera at tosa ímóti betri vitan. Tí frá 1988 til 1997, bæði ár íroknað, vórðu gjørdar 296 aloplastikkir á Klaksvíkar Sjúkrahúsi. Í 1998 vórður 55 slíkar skurðviðgerðir framdar og í 1999 er talið komið upp á 58.
? Tað verður sagt, at eitt árið vórðu ongar aloplastikkir gjørdar á Klaksvíkar Sjúkrahúsi, og at tær í staðin vórðu gjørdar í Havn, sigur Rúna Sivertsen. Men hetta, er hon sannførd um, er alt annað enn rætt. Hon vísir á, at síðani 1988 eru allar aloplastikkir gjørdar á Klaksvíkar Klaksvíkar Sjúkrahúsi hvørt ár. Hon ger greitt, at fægst vórðu gjørdar í 1992 og 1993, meðan flestar vórðu gjørdar í 1999. Men hóast fáar vórðu gjørdar í 1992 og 1993, fór talið aldri niður um 15, vísir hon á.
Helena sigur ósatt
Seinasta viðmerkingin frá Rúnu Sivertsen er til, at Helena Dam á Nestabø hevur víst á, at virksemið á Klaksvíkar Sjúkarhúsi í høvuðsheitum stendst av arbeiði, ið yvirlæknar á Landsjúkrahúsinum gera á Klaksvíkar Sjúkrahúsi. Rúna Sivertsen sigur orsøkina til hetta vera, at fysisku karmarnir á landssjúkrahúsinum ikki eru til staðar, tá tað kemur til knæ- og mjadnaskiftingar. Harafturat heldur hon eina orsøk vera, at tað eftir øllum at døma ikki er arbeiðsfriður á landssjúkrahúsinum.
At eingin ortopædiskur yvirlækni í løtuni er á Klaksvíkar sjúkrahúsi, sigur Rúna Sivertsen vera orsakað av tí ótryggleika, starvsfólkið har kennir, orsakað av, at tað hvør einasta ár verður boðað frá skerjingum í játtanini til Klaksvíkar Sjúkrahús.
? Grundgevingarnar hjá landsstýriskvinnuni fyri at fremja hesar skerjingar eru púra burturvið, og eigur hetta at verða gjølla kannað av fíggjarnevndini.
At enda sigur Rúna Sivertsen tað vera harmiligt at staðfesta, at svarini frá Almanna- og Heilsumálastýrinum ikki eru røtt og ei heldur samsvara við tey tøl, ið fyriliggja.