Dagfesting er sett á kommunurnar

Landsstýrið ætlar, at tað um hálvtannað ár skulu vera sjey kommunur í landinum Gongur tað, sum løgmaður ætlar, so verður kommunutalið sjey á nýggjárinum 2010. Síðani 2001 er talið lækkað úr 48 og niður í 34, men løgmaður segði í gjár, at tað er týdningarmikið fyri ætlaðu broytingarnar í fíggjar- og búskaparpolitikkinum, at kommunutalið verður væl lægri:

Løgmaður segði soleiðis um henda spurningin í røðu síni:

Ein týðandi partur av fólkaræðinum er, at avgerðirnar verða tiknar so nær fólkinum, sum til ber. Hetta er ein atvold til, at fleiri uppgávur verða fluttar kommununum at umsita. Ein onnur orsøk er, at vit kunnu spjaða spennandi og avbjóðandi uppgávur og førleikakrevjandi størv kring landið. Hetta dregur ungfólk til økini. Eisini verður neyðugt at endurskoða kommunalu skattaskipanina, so at hon gerst samhaldsfastari, eins og tørvur er á at seta í verk útjavningarskipan millum økini. Til alt hetta krevst, at kommunurnar eru størri og sterkari. Kommunurnar gerast alsamt færri, men síðani 2001 eru tær bert fækkaðar úr 48 niður í 34. Kommunusamanlegging er ikki eitt mál í sjálvum sær, men ein fyritreyt at menna økini kring landið, og tí hevur landsstýrið sett sær fyri at minka kommunutalið til sjey kommunur hetta valskeiðið. Ein skilagóð tíðarfesting kundi verið 1. januar 2010. Tílík umlegging kann vera ring at góðtaka hjá teimum, ið stúra fyri at missa sín samleika; men eg eri sannførdur um, at til ber at varðveita staðbundna samleikan, hóast kommunalu eindirnar verða størri.