Dagfinn sýnir fram

Fríggjadagin lat Dagfinn Olsen upp listaframsýning í hølunum hjá Tutl

Fríggjadagin í seinastu viku lat Dagfinn Olsen upp listaframsýning í hølunum hjá plátufelagnum Tutl. Hann er tann fimti í røðini av »ókendum« listafólki, sum sýna fram hjá plátufelagnum.

Listaverkini verða hangandi til 7. februar tá næsta listafólkið sleppur framat.

Hetta er fyrstu ferð Dagfinn sýnir fram einsamallur. Heilt óroyndur er hann kortini ikki, tí hann hevur verið við til Ólavssøkuframsýningina tríggjar ferðir.

Á framsýningini eru bæði tekningar og málningar, sum eru gjørdar í tíðarskeiðnum eftir 1993.