Dagføring: 8 deyð og 2.750 skadd tá kallitól sprongdust

Átta eru deyð og 2.750 særd í Libanon, eftir at kallitól (persónssøkjari, bippari. red) eru sprongd, upplýsir ráðharrin, sambært Reuters.

2.750 fólk hava fingið álvarsligan skaða, eftir at kallitól, sum limir í millum annað libanesisku Hizbollah-militiuni brúka til at samskifta við, brustu.

Eisini eru átta fólk deyð.

Tað sigur heilsumálaráðharrin í Libanon, sambært tíðindastovuni Reuters.

Í eini fráboðan váttar Hizbollah sjálvt, at kallitólini, sum limir hava, eru sprongdir.

Hvør orsøkin er til spreingingarnar er enn ógreitt. Hizbollah kannar orsøkina.

 

/Ritzau/