Dagføring: Hvølli bresturin kom av Glyvursnesi

Ein hvøllur brestur hoyrdist í Havn stutt eftir klokkan 18.

Tað vísti seg, at bresturin kom frá eini spreingin í grótbrotinum á Glyvursnesi.

 

Politiið hevur fingið fleiri fráboðanir, áðrenn tey høvdu staðfest, hvaðani brestuin kom, og heitti løgreglan á fólk um ikki at koma við fleiri fráboðanum.

 

– Um onkur tó veit, hvat elvdi bresturin, eru tey vælkomin at ringja til politiið, skrivaði løgreglan á Facebook.

 

Men klokkan 1838 kundi løgreglan staðfesta, at bresturin var ein spreinging í grótbrotinum á Glyvursnesi.