Dagmar Maria Winther 100 ár

Heðin Mortensen, borgarstjóri, var ein av teimum mongu, sum vitjaðu á Tjarnargarði í dag, nú Dagmar Maria Winther fylti 100 ár.

Borgarstjórin segði, at hetta er eisini ein stórur dagur fyri Tjarnargarð, tí Dagmar er fyrsta 100 ára føðingardagsbarnið her í húsinum. So hon skrivar søgu í dag! Og – tá ein av okkara borgarum rundar tey 100 árini, er eisini talan um ein hátíðardag fyri alla Havnina.

- Dagmar hevur verið á Tjarnargarði, síðani heimið lat upp í 2004. Tey siga fyri mær her, at hon trívast væl. Og eisini maðurin, Kartni, sigst hava tað sum blomman her uppi. Tað fegnast ein borgarstóri um, tí býráðið ynskir fyri øll tykkum, sum búgva her, at tit trívast væl.

- Lívsleið tygara fortelur søguna um eina sterka kvinnu við einum innihaldsríkum lívi. Frá barnaárunum á ”Torlabrúgv” í Funningi – umvegis Mikladal og háskúla í Høng – og til tygum gjørdust sjúkrasystir,kona, mamma og annars framdu tygara gerning í sjúkrarøktini. Eg haldi, at vit kunnu siga, at tygara lutur liggur ikki eftir, nú tygum runda tey 100.

- Beint eftir Seinna Kríggj komu tygum og Kartni til Føroya við fyrsta skipinum úr Danmark eftir kríggið. Tit bæði vóru millum mongu føroyingarnar, ið vóru avskornir frá heimlandinum, meðan týskurin hevði valdið har, og bretar høvdu eina vinaliga herseting her. Vit kunnu ímynda okkum, at tað hevur verið ein góð kensla hjá tykkum at koma inn á Havnarvág hin dagin í 1945, segði borgarstjórin.

Dagmar og Kartni búsettust í húsunum í Tungugøtu og gjørdist partur av býarmyndini og lívinum her í Havn. Dagmar var við í felagslívinum – bæði innan sang og í dansifelagnum her í Havn. Og sagt er, at Dagmar stundum skipaði í føroyska dansinum, og at tað dugdi hon væl.

Meðan Kartni fór til arbeiðis hjá Balslev og eisini gjørdist stjóri har, var Dagmar heimagangandi – ella heimaarbeiðandi, sum vit høvdu sagt í dag. Tað var ikki sum at siga tað, at fáa starv sum sjúkrasystir tá. Dagmar legði góð føroysk virðir niður í síni børn. Henni dámdi væl barnarímurnar hjá Hans Andriasi, og helst duga synirnir rímurnar enn tann dag í dag.

- Sjálvur havi eg góð minni úr Tungugøtu. Eg havi ein góðan vin, sum búði har í grannalagnum, Jens av Reyni. Tað hendi seg meira enn so, at vit børn vóru inni hjá tygum, Dagmar. Tygum vóru góð við okkum børn. Vit fingu kakur og bollar at eta, og vit sluppu at spæla í kjallaranum, tá ið tað var ov ringt veður til at spæla úti, og ikki at gloyma tunnusláingina á Fástulávint, segði Heðin Mortensen.

Dagmar fór til arbeiðis aftur og hevur havt eina yrkisleið, har hon m.a. undirvísti á Sjúkrasystraskúlanum og var við til at fáa táverandi Statshospitalið á føtur. Dagmar fór frá, tá hon fylti 70, so væl man vera komið burturúr.

- Mann tygara, Kartna, kenna vit eisini – ikki minst frá hansara virksemi í ”Kartna Winter og Co”. Kartni var býráðslimur frá 1953 til 1956, valdur á Sjálvstýrislistanum. Hann sat í býráðnum saman við m.a. Kjartani Mohr, Trygva Samuelsen, H.C.W. Tórgarð, Hanus við Høgadalsá og øðrum góðum fólki. Framvegis fylgir hann væl við í býráðspolitikki.

- Tá vit báðir hittast, plagar hann at siga við meg: ”Heðin, eg valdi teg sum sambandsmann – og morgunin eftir vart tú javnaðarmaður!”

- Heðin Mortensen, borgarstjóri, endaði við at ynskja Dagmar og øllum hennara - stórum sum smáum - hjartaliga tillukku við 100 ára degnum og alt tað besta frameftir.