Tíðindakvinnan Dagmar Joensen-Næs skal byrja í nýggjum starvi 1. Februar komandi ár. Dagmar Joense-Næs skal byggja upp eina Euraxess tænastu í Føroyum, sum er ein 2 ára verkætlan, ið er fíggjað av ES-granskingarsamstarvinum FP7. Hon skal byggja upp eina tænastu í Føroyum, sum eftir ætlan skal verða partur av einum altjóða netverki, har eini 200 sentur eru við og 38 lond umboðað.
Granskarar skulu kunnast
Uppgávan hjá Dagmar Joensen-Næs er ítøkiliga at savna saman og eisini miðla upplýsingar, ið eru viðkomandi fyri granskarar, sum kundu hugsað sær at komið til Føroya ella at farið út í heim at granska. Viðkomandi upplýsingar verða millum annað um skattaviðurskifti, uppihaldsloyvi og onnur praktisk viðurskifti í samband við at flyta til annað land. Harafturat verður tað eisini uppgávan hjá Dagmar Joensen-Næs at lýsa føroyska granskingarumhvørvið.
Ætlanin er at skipað verður fyri verkstovum og skeiðum, har starvsfólk á avvarðandi stovnum kunnu hittast og umrøða praktisk viðurskifti og forðingar. Endamálið er í stuttum at gera tað lættari hjá granskarum at koma til Føroya ella at fara út í heim at arbeiða í styttri og longri tíð.
Gera ein portal
Allir upplýsingar og annað tilfar skal koma út í eini hondbók og á ein enskmæltan portal. Hesin verður at finna á euraxess.fo. Tænastan EURAXESS Jobs fer at vera ein týdningarmikil partur á portalinum. Har fer at bera til at finna leys størv, sum granskingarstovnar í Evropa lýsa við. Møguleiki verður at leita eftir størvum innan eitt ávíst granskingarevni og innan landafrøðilig øki. Á EURAXESS Jobs skulu øll leys størv, sum verða fíggjað ígjøgnum FP7, lýsast. Eisini føroyskir stovnar og virki hava møguleika at lýsa leys størv her, og harvið røkka hvørjum króki í Evropa uttan kostnað.
Granskingarráðið hevur fingið játtað umleið 900.000 kr. frá ES til EURAXESS-verkætlanina. Innkomnu umsóknirnar vóru 12 í tali, tá freistin at søkja var úti 2. desember. Talan er um eitt parttíðarstarv.
Dagmar Joensen-Næs er journalistur og korrespondentur og hevur seinastu góðu 20 árini arbeitt sum journalistur í Føroyum og Danmark.