Fríggjadagin og leygardagin verða dagsbillettir seldar við dyrnar. Kostnaðurin verður 600 krónur fyri hvønn dagin
Enn eru atgongumerki eftir til Summar Festivalin, og tí ber til at keypa dagsbillettir við inngongdina til festivalin fríggjadagin og leygardagin.
Fríggjadagin spæla millum annað Scorpions, Hanus G. Johansen og Jógvan Hansen, og dagsbillettin til fríggjadagin kostar 600 krónur.
Leygardagin verður ein ørgrynna av tónleiki at hoyra ? millum annað Kim Wilde, Amy Diamond, Bryan Rice, Húskallar og Týr ? og tá kostar dagsbillettin somuleiðis 600 krónur.