Dagsins jólalag: Alex

Hvønn dag í jólamánaðinum leggja vit í Miðlahúsinum ein jólasang út á Blits-síðuna á in.fo.

 

Onkrar teirra vera føroyskir, onkrir útlendskir, men allir við sama málið, at breiða jólahýrin.

 

Hetta kasettubandið mundi hava fast pláss í nógvum bandupptakarum ta tíð tað var, og enn eru mong sum munnu halda, at tað verður ikki jól fyrr enn Alex hevur sungið.

 

Útgávan Jólagleðin hjá Alex Bærendsen kom út í 1990. 

   

Løgini:

4. desembur – Happy Christmas (War is over)
3. desembur - Friður á jørð - Margit og Linda.
2. desembur - Jólanætur - Danny & the Veetos
1. desembur - Koyr okkurt í mína hosu - Elis Poulsen