Í 2017 gav Victoria á Lakjuni út hesa vøkru útgávuna av kenda og nógv spælda sanginum Mary Did You Know, sum fyrstu ferð kom út á útgávui hjá Michael English í 1991. Sangurin er skrivaður av Mark Lowry og Buddy Greene legði lag til.
Á info leggja vit eitt føroyskt jólalag út um dagin dagarnar fyri jól við tí fyri eyga at breiða jólahýrin.
##med2##
Evy á Lakjuni spælir klaver og Pætur Gerðalíð spælir cello á hesi sjáldsama vøkru útgávuni hjá Victoriu á Lakjuni.