Hvønn dag í jólamánaðinum leggja vit í Miðlahúsinum ein jólasang út á Blits-síðuna á in.fo.
Onkrar teirra vera føroyskir, onkrir útlendskir, men allir við sama málið, at breiða jólahýrin.
Dagsins sangur er spildurnýggjur. Her er tað blaðunga Victoria á Lakjuni, sum syngur væl umtókta jólasálmin Mary Did You Know.
15 ára gamla Victoria á Lakjuni syngur, Evy á Lakjuni spælir klaver og Pætur Gerðalíð spælir cello. Pætur Gerðalíð hevur framleitt sangin og Kristoffur Mørkøre hevur ljóðblandað. Raclip hevur gjørt videolagið.
Løgini:
7. desembur – Jól eru her og minna á – Símun J. Hansen
6. desembur - Tá milliónir tendra ljós - Sakaris
5. desembur – Eg gleðist so hvørt jólakvøld - Alex
4. desembur – Happy Christmas (War is over) - Teitur
3. desembur - Friður á jørð - Margit og Linda.
2. desembur - Jólanætur - Danny & the Veetos
1. desembur - Koyr okkurt í mína hosu - Elis Poulsen