Dagsins maður

Hjá Víkingi var Sam Jacobsen uttan iva dagsins maður sunnudagin. Og sjálvur var hann eisini ovurfegin um tey bæði málini, sum hann hevði syrgt fyri.

- Tað var deiligt at skora. Tað er jú nakað síðani, at eg havi roynt tað, so hetta var bara fantastiskt.

Tit høvdu tamarhald á tí mesta fyri steðgin. Gjørdust tit bilsnir av, at KÍ kom somikið væl fyri seg eftir steðgin?

- Ja. Tað haldi eg. Teir stríða seg veruliga aftur í dystin, og seinni hálvleikur gjørdist ótrúliga harður. Og móti dystarenda sóust menn eisini hava krampa.

Sjálvur vart tú ein av teimum, sum byrjaði at fáa krampa, men tú tókst kortini avgerandi brotssparkið. Ivaðist tú ikki, um tú skuldi taka?

- Nei, ikki eitt sekund. Eg kendi meg púrasta vissan í, at eg fór at skora. Og tað gjørdi eg so tíbetur eisini, sigur Sam Jacobsen.