Dagsins rættur:Sveisaraostur við holum av brotsspørkum

Talan gjørdist at enda um eitt satt antiklimaks hjá føroyingum í Zürich leygardagin. Eftir eina ynskibyrjan og eitt máls leiðslu, endaði dysturin við sveisiskum stórsigri

 

av dystinum móti Sveis man vera ein hin besta í søguni hjá føroyska landsliðnum.

Eftir gott og væl tríggjar minuttir eydnaðist Una Arge at fáa fatur á eini sløsutari afturlegging úr sveisku verjuni. Eftir at fyrst Uni sjálvur, og síðani John Petersen høvdu roynt seg við skotum, eydnaðist Una at spæla bóltin flatt inn undir málið, har John hevði lætt spæl við at skumpa bóltin seinasta pettið í málið.

Sveisisku leikararnir og áskoðararnir við stóðu sum negldir, og einasta ljóð, sum hoyrdist á vøllinum, mundi vera gleðisrópini frá teimum úti við 100 áskoðarunum, sum vóru komin til Zürich at heppa á okkara menn.


Hvøkkurin fekk tó teir á heimaliðnum at rakna rættiliga við, og tað var skjótt, at teir fingu lagt eitt stórt trýst oman móti málinum hjá Jákupi Mikkelsen.

Í útgangsstøði hevði Allan Simonsen valt at spæla við einum áleypara, grundað á, at mótstøðuliðið hevði tríggjar, og at tað tí var neyðugt við einum verjuleikara eyka.

Hetta hevði tó við sær, at tað so at siga var ógjørligt hjá føroyska liðnum at spæla seg úr trýstinum. Einsamallur á toppinum royndi Uni at stríðast og renna eftir teimum bóltum, sum vórðu sparkaðir frameftir, men so at siga hvørja ferð kom bólturin til ein av verjuleikarunum, og so kundi nýtt álop byrja.

Serliga var tað í síðunum, at sveisar royndu at spæla seg ígjøgnum, her hendi tað ferð eftir ferð, at Allan Mørkøre varð yvirspældur, tá mótstøðan var í yvirtali. Tað var eisini merkisvert, hvussu einsamallur Allan tóktist vera í síðuni, og at einki varð gjørt til tess at tetta um í verjuborði hansara. Vinstru megin røkti Øssur vongverjasessin, men har var eisini Johan Byrial Hansen aftanfyri, og tí hevði Øssur als ikki somu trupulleikar sum Allan at dragast við.

Eisini viðførdi hetta, at Allan so at siga ongan møguleika hevði at koma fram við í álopspartinum, sum jú er sterkasta síða hansara. Flutti hann seg fram um miðvøllin, var víðopið aftan fyri hann.


Sum nevnt omanfyri, so megnaði føroyska liðið ongantíð at spæla seg úr trupulleikunum í verjupartinum. Ferð eftir ferð varð bólturin mistur á veg niðan í álop, og meira enn tí einu ferðina brendi heilt nógv á framman fyri málinum.

Eina hendinga ferð um miðjan hálvleikin, var um reppið, at Uni slapp leysur, eftir at hann og Sámal høvdu spælt seg ígjøgnum, men í evstu løtu eydnaðist tað einum verjuleikara at koma fyri. Hevði talan verið um mál ta ferðina, stóð 0-2 á stigatalvuni, men soleiðis skuldi ikki verða.

Í næsta álopi sínum fekk Sveis hornaspark, og tá hetta varð skotið inn við nærmastu stong, kom stóri verjuleikarin, Marco Zwyssig við fullari ferð, og stútaði bóltin í føroysku meskarnar.

Sveisiska leiðslumálið kom nakað seinni, og hetta kom sum eitt úrslit av tveimum føroyskum veikleikum, sum longu høvdu verið sjónligir eina løtu.

Undirmannaða høgra síðan viðførdi sjálvsagt, at innleggini vóru nógv í talið, og fleiri ferðir mundu føroyska áskoðararnir ikki vera heilt tryggir um støðuna, tá Jákup Mikkelsen ikki sá út til at hava rættiligt tamarhald á hesum.

Heilt galið gjørdist tað, tá Sebastian Fournier í 35. minuttinum enn einaferð slapp avstað í høgru. Við vinstra beininum sendi hann eitt skrúvandi innlegg móti málinum. Jákup Mikkelsen fór skeivur av bóltinum, og hóast hann royndi at fáa sligið bóltin út um, endaði alt við, at bólturin fór siglandi móti handara stólpa, haðani hann støkk inn í málið.


Sveisaraostur

Leiðslumálið viðførdi ikki á nakran hátt, at sveisararnir settu ferðina á spælinum niður. Sjálvsálitið varð heldur nýtt til at søkja enn meira á føroyska málið, og ikki kann sigast annað enn, at umstøðurnar til hetta vóru góðar.

Sjálvsálitið var at kalla sogið úr okkara monnum, og seinasta korterið kom tað neyvan fyri, at talan var um fleiri enn tvær samanhangandi sendingar millum leikararnar. Eftiransingarnar á miðvøllinum vóru nærum ikki til staðar, og hetta viðførdi eisini, at verjan í fleiri førum varð undirmannað. Frammanundan høvdu teir har afturi annars nóg stórar trupulleikar av framherjunum báðum, Chapuisat og Türkyilmaz.

Mest av øllum var verjan hesa løtuna álík einum væl gataðum sveisaraosti, og í einum tveimum førum varð Jákup Mikkelsen noyddur at koma út, tá bólturin varð stungin inn um verjuna, so menn sluppu leysir móti málinum.

Tað var eisini eftir ein av hesum stikbóltunum, at Sveis skoraði triðja málið. Av brotsteigarmarkinum varð bólturin sleptur inn um til Alexander Comisetti, og í royndunum at renna hendan upp aftur, skumpaði John Petersen miðvallaran í ryggin, og so var eingin bøn. Føroyingar vildu annars vera við, at Comisetti var rangstaddur, tá bólturin varð sleptur innum, men hetta vikaði so ikki við støðuna hjá dómaranum. Türkilmaz tók sær av uppgávuni frá 11-metra blettinum, og hóast Jákup fór rætta vegin hevði hann ongan møguleika at verja fyri skotinum, sum sat dygst úti við stongina.

Beint fyri hálvleik hendi so stóra katastrofan, sum eisini hevði við sær, at óttin fyri einum rættiligum sorli fór at veksa.

Julian var heldur sløsutur, tá hann í verjustøðu misti bóltin til David Sesa. Púra leysur sendi hann úr 16 metrum eitt skot móti málinum, og føroyski liðskiparin, Jens Kristian, sá sær ikki onnur ráð enn at nýta hondina at verja fyri, og so vóru boðini greið.

Reytt kort til Jens Kristian og brotsspark til Sveis. Türkyilmaz var aftur settur at skjóta, og skotið varð sent á júst sama stað sum tað fyrra. Flatt inni við høgra stólpa.

Hetta var ikki hissini hvøkkur hjá føroyingunum at fáa beint fyri hálvleikssteðgin. Við ellivu monnum hevði spælið riggað sera illa í fyrra hálvleiki, og tá farið varð inn til skiftirúmini, sat man við kensluni av, at talan kundi gerast um ein sera óhugnaligan seinna hálvleik fyri okkara viðkomandi.


At tað kortini ikki gjørdist talan um rættiligt sorl, kom í høvuðsheitum av tveimum lutum.

Annar var, at sveisarar settu ferðina á spælinum nógv niður, og talan tí ikki gjørdist um sama trýst móti føroyska málinum, sum talan hevði verið um í fyrra hálvleiki.

Serliga lætti hetta um hjá Allani Mørkøre, tí umframt at vera einsamallur í høgra borði, var hann partvíst eisini í miðverjuni, og tí gjørdist síða hansara enn tunnari enn í fyrra hálvleiki.

Hin orsøkin var, at Jákup Mikkelsen hevði ein seinna hálvleik, sum var nógv betri enn tann fyrri. Einar tríggjar ferðir var talan um rættiliga fantombjargingar, tá øll onnur mundu síggja bóltin hava kós móti meskunum. Bert ta einu ferðina mátti hann taka bóltin úr meskunum hesi trý korterini, og fyri triðju ferð hendan leygardagin var talan um brotssparksmál.

Alexander Comisetti var á veg fram við Allan, sum tó við eini reinari kropstakling fekk flutt mannin burtur, so bólturin kundi fáast av vandaleið. Onkursvegna helt cypriotiski dómarin tó, at Allan hevði forbrotið seg, og hóast mótmælini frá føroysku leikarunum so varð aftur dømt brotsspark. Aftur varð Türkyilmaz settur at skjóta, og hesu ferð slapp hann rættiliga at vísa seg, tá hann sendi Jákup niður móti høgra horni, meðan bólturin varð lobbaður mitt í málið.

Meira enn hetta eina málið varð talan ikki um í seinna hálvleiki, og meðan sveisararnir kundu fagna sínum leikarum fyri sannførandi sigurin, fekk føroyski 12. maðurin eitt klapp frá leikarunum, sum takkaðu fyri stuðulin, teir hóast alt høvdu fingið allan dystin.


Øssur var framúr

Samanumtikið má sigast, at fyri føroyska landsliðið var talan um ein keðiligan enda á kappingarárinum.

Spælið hekk nógv verri saman, enn tað hevur gjørt í fleiri ár, og ikki síðani stórtapið fyri Estlandi, hevur liðið havt ein slíkan kollektivan niðurtúr.

Kollektivan er kanska í so nógv at siga, tí onkrir einstakir glottar vóru kortini at hóma.

Umframt Jákup Mikkelsen, sum stóð seg sera væl í seinna hálvleiki, tóktist Óli Johannesen vera væl fyri í verjupartinum, og so var tað eisini Øssur Hansen.

At Johan Byrial Hansen var nýttur sum gardering aftan fyri, tóktist at hóva toftamanninum sera væl, og so at siga hvørja ferð, at nakað av álopsspælið var frá føroyskari síðu, var Øssur partur av hesum. Eisini megnaði hann sera væl at halda bóltinum, umframt at hann eisini spældi hann frá sær við umhugsni.

Móti endanum av dystinum fekk hann eisini eitt stórt klapp frá áskoðarafjøldini, tá hann sera hegnisliga lyfti bóltin upp um mótstøðumann sín, áðrenn hann úr góðum 20 metrum royndi seg við einum hálvfluktara.

Einki er at ivast í, at hann fram um nakran annan var dagsins maður hjá okkara, men hinvegin má tað sigast at vera spell hjá Øssi, at liðfelagarnir ikki tóktust at hava sama hegni hendan leygardagin í Zürich.


Sveis-Føroyar 5-1 (4-1)

0-1: John Petersen 4.

1-1: Marco Zwyssig 26.

2-1: Sebastian Fournier 35.

3-1: Kubilay Türkyilmaz (br.) 42.

4-1: Kubilay Türkyilmaz (br.) 45.

5-1: Kubilay Türkyilmaz (br.) 53.


Sveis:

Pascal Zuberbühler - Badile Lubamba, Stéphane Henchoz, Marco Zwyssig, Sébastian Fournier - David Sesa, Ciriaco Sforza, Johann Vogel, Alesandre Comisetti - Stéphane Chapuisat, Kubilau Türkyilmaz


Føroyar:

Jákup Mikkelsen - Hans Fróði Hansen, Óli Johannesen, Jens Kristian Hansen, Johan Byrial Hansen - Allan Mørkøre, Sámal Joensen, Julian Johnsson, John Petersen, Øssur Hansen - Uni Arge