Hondbólts-Føroyar fegnast aftaná góða 25-21 sigurin ímóti Litava aftaná 19-22 tapið ímóti Finnlandi ígjár. Í steðginum vóru Føroyar á odda 15-11, og eitt skiftið var støðan 23-15 til Føroyar, so sigurin var veruliga ongantíð í vanda.
Viviann Petersen, ið vardi føroyska málið var vald at verða dagsins spælari, men Viviann vil heldur lata heiðurin til ta sterku verjuna hon hevði frammanfyri seg.
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Sjúrður H. Hoydal gjørdi við Viviann Petersen og Báru Krossteig Hansen, ið var ein av eyðsýndu spælarunum á føroyska liðnum í dag.
Í morgin klokkan 14 spæla Føroyar ímóti Sveis sum er vertstjóðin. Sjúrður H. Hoydal sigur beinleiðis frá dystinum á FM1, ið øll kunnu hoyra á www.midlar.fo, og annars á FM 88,7, FM 91,7, FM 93,9, FM 95,5 og FM 98,7.