Dagsskráin er nýggj í B36

Hóast tað kennist, sum at pílarnir peika rætta vegin, so hevur EB/Streymur ikki vunnið síðani síðst í august

Mánakvøldið var vónbrotið stórt í syðra enda í Gundadali. Eftir 2-1 tapið í grannauppgerðini, sum var triðja tapið ímóti HB í ár, staðfestu teir í B36, at nú var møguleikin fyri at vinna FM burtur. Nú snýr tað seg um at endurvinna atgongumerkið til europeiskan fótbólt.

Tað eru tveir mátar at fáa fatur á europeiska atgongumerkinum. Annar er at vinna silvurkrónurnar, og hin er fyrst í desember at vinna finaluna um løgmanssteypið.

Fyrsta stigið ímóti málinum verður tikið tíðliga seinnapartin, tá ið B36 verður gestur við Margáir.

Har vann B36 á sundalagsstevnu 3-0.

Liðið hjá EB/Streymi er væl betri samanspælt nú, enn tað var við kappingarbyrjan, tá ið EB/Streymur varð roknað millum kandidatarnar at flyta niður. Nú hevur EB/Streymur 20 stig, og vandin fyri at flyta niður er langt síðani burtur.

Hóast góðu gongdina hevur EB/Streymur ikki vunnið síðani 28. august, tá ið tað endaði 1-0 á heimavølli ímóti ÍF. Síðani hevur EB/Streymur tapt tepurt á heimavølli ímóti Víkingi (2-3), stórt í Runavík (4-1) og í Gundadali ímóti HB (1-5) og so 1-1 í Fuglafirði.

Síðsta ferðin, at EB/Streymur vann á heimavølli ímóti B36, var í fyrsta umfari í 2018, tá ið tað endaði 3-2.

EB/Streymur – B36: Petur Reinert kl. 13.15.