Dagsskráin: Grundlógardagurin skal ikki vera hálvur frídagur

Sjúrður Skaale, tingmaður fyri Javnaðarflokkin, vil, at danski grundlógardagurin skal ikki longur vera hálvur frídagur í Føroyum. Hann mælir til at endurskoða halgidagslógina.

- Fólkakirkjan er yvirtikin, og harvið eisini ”Kongelig Anordning nr. 441 af 21. november 1923”, sum ásetir, hvørjir dagar eru at rokna sum kirkjuligir halgidagar, at danski grundlógardagurin skal vera hálvur frídagur, og hvat fyri virksemi kann fara fram hesar dagar. Henda lóggáva er sera gomul, sera ótíðarhóskandi, og snýr seg í stóran mun um viðurskifti, sum als ikki eru viðkomandi fyri Føroyar. Onkur partur av henni er ómøguligur at halda í dag. Tá nú økið er yvirtikið, er upplagt at dagføra hesa lógina, skrivar tingmaðurin í uppskotinum, sum skal til fyrstu viðgerð í Løgtinginum í dag.

Málini, sum verða viðgjørd undr tingfundinum í dag, eru:

1) 3. viðgerð av uppskoti til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar “lov og klage- og erstatningsadgang inden for sundhedsvæsenet”

2) 1. viðgerð av uppskoti til samtyktar um vektgjald

3) 1. viðgerð av løgtingslóg um tunnil til Viðareiðis við tilhoyrandi vegnum

4) 1. viðgerð av uppskoti til samtyktar um at endurskoða halgidagslógina

5) 1. viðgerð av uppskoti til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um ferðslu

6) 1. viðgerð av uppskoti til samtyktar um at nýggj nólsoyarferja verður á langtíðaríløguætlanini, tá landsstýrið leggur fíggjarlógaruppskotið fyri 2012 fyri Løgtingið

Tingfundurin byrjar klokkan 11.