Dagstovnaøkið brúkt sum jarnbrot fyri at

Løgmaður førir fram í grein í Dimmu 5. okt. 2001, at álit, sum nágreiniliga greinar sundur kommunumál og landsmál, er um at vera liðugt, og at tað síðan skal raðfestast hvussu málsøki verða flutt út til kommunurnar.

 

Nær fyrstu málsøkini verða útløgd, vil løgmaður tó iki siga nakað neyvt um.

Løgmaður sigur víðari, at tað er av stórum týdningi at kommunurnar fáa góða tíð at fyrireika seg og byggja upp neyðugu umsitingaramboðini.

Løgmaður sigur eisini í greinini, at avgerandi fyri at eitt málsøki fær eina góða byrjan, er, at kommunurnar eru klárar og væl fyrireikaðar, tá vandi annars er fyri bakkasti og fyri at projektið ikki fer at eydnast.

Hóast hesi føgru og skilagóðu orð, avgjørdi løgmaður saman við samgonguni longu seinasta ár at leggja dagstovnaøkið út til kommunurnar uttan nakra fyrireiking yvirhøvur.

Hóast dagstovnalógin varð samtykt at kom aí gildi 1. juli seinasta ár, vaknaði onkur í Fíggjarmálastýrinum ikki fyrrenn í februar mánaða í ár við kaldan dreym, aftaná at felagið hevði verið til 1. samráðingarfund við Fíggjarmálastýrið fyri alt dagstovnaøkið.

Kommunurnar fóru tá í skundi undir at samskipa seg og boðaðu felagnum frá, at tær ikki vóru klárar til samráðingar fyrr enn í mai mánaða.

Felagið kann bert staðfesta, at samgongan ikki hevur fylgt hesi uppskriftini hjá løgmanni, tá dagstovnaøkið varð lagt út, men tvørturímóti víst stórt ábyrgdarloysi og líkasælu fyri dagstovnunum.

Hóast sáttmálin fyri alt dagstovnaøkið fór úr gildi 1. mars er enn eingin nýggjur sáttmáli komin undir land. Hvørki lands- ella kommunalpolitikkararnir hava víst seg undir samráðingunum ella víst nakran vilja yvirhøvur at fáa sáttmála við felagið.