info
Ongi úrslit

Dagstovnaleiðari hevur onga viðmerking

- Tit kunnu spyrja Jóan Petur Hentze, trivnaðarstjóra hjá Tórshavnar kommunu, sigur dagstovnaleiðarin í Kollafirði.

Vilmund Jacobsen
12. mai 2021 kl. 11:10

 

Nú øll starvsfólkini á dagstovninum Kura í Kollafirði í dag hava meldað seg sjúk, samstundis sum tey vísa á truplu støðuna á dagstovnaøkinum í løtuni, hevur In.fo vent sær til dagstovnaleiðaran í Kollafirði, Connie Lassen.

- Eg havi onga viðmerking til málið yvirhøvur, sigur leiðarin, sum heldur ikki vil svara spurninginum, um starvsfólkini fara til arbeiðis aftur fríggjadagin, tá gerandisdagur er aftur.

Tá vit fregnast eftir, hvønn vit so skulu spyrja, tá leiðarin sjálv einki vil siga um støðuna, vísir Connie Lassen á Jóan Petur Hentze, sum er trivnaðarstjóri hjá Tórshavnar kommunu.

Sambært álítandi keldum hjá In.fo, vísa starvsfólkini á dagstovninum Kura eisini á, at tey við tiltakinum í dag, har øll starvsfólkini hava meldað seg sjúk, eisini vilja vísa sín stuðul til Miðstovuna.

In.fo hevur roynt at fáa fatur í Jóan Peturi Hentze, trivnaðarstjóra í morgun, men tað hevur higartil ikki eydnast.

 

Mest lisið hesa vikuna

Løgreglan eftirlýsir mann í Havn

29. oktober kl. 07:44

So nógv vita danskir politikarar um Føroyar

30. oktober kl. 15:45

Aðalstjóri við meira enn ein­ari milli­ón krón­um ársløn

1. november kl. 07:45

Bert 20 ára gomul var hon annar av flogskiparunum

Í gjár kl. 23:18

Gøtumaður stjóri í stórari danskari hotelketu

Í gjár kl. 14:11

Politiið ávarar: Ræðuliga hált á vegunum í Havn

Í gjár kl. 17:48

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Móttøka og skipsdópur av Hav Fles í Søldafirði

1 tími síðan
Tíðindi

Økt virksemi á Málstovuni

2 tímar síðan
Tíðindi

Vónandi gongur ósigurin ikki út yvir tilgongdina til frið

2 tímar síðan
Tíðindi

Olaf Johannessen 40 ár á Kongaliga Leikhúsinum

3 tímar síðan
Tíðindi

Nuuk sum "Home of the Whopper"

3 tímar síðan
Tíðindi

16 læknar útbúgva seg til komm­unu­lækna – sjey størv eru fram­vegis leys

3 tímar síðan
Tíðindi

Aftanfyri minnispláturnar fjalast tungar lagnur

4 tímar síðan
Tíðindi

Føroyskar køli­skip­an­ir verða kann­aðar eftir teldu­sníka­álop í Evropa

4 tímar síðan
Tíðindi

Valið í USA kann fáa týdning fyri trygdina í Evropa

5 tímar síðan
Tíðindi

FAKTA: Soleiðis kunnu Demo­krat­ar­nir brúka meiri­lut­an í Kongressini

5 tímar síðan
Tíðindi

Skuldsettur fyri at skaða tveir telduskíggjar

5 tímar síðan
Tíðindi

Grønland hevur samtykt verjuavtaluna við USA

5 tímar síðan