Gunvør Balle
Esther Dahl
Súsanna Sørensen
Foreldur at børnum á Dagstovninum á Argjum
Vit eru nøkur foreldur, ið hava havt børn gangandi á Dagsstovninum á Argjum seinastu 7 árini, ið fegin vilja vísa á ein stovn, ið hevur megnað at loyst uppgávuna at halda opið alt árið. Hetta er ein stovnur, sum ikki bert á hesum øki, men eisini á so nógvum øðrum økjum verður rikin fyrimyndarliga.
Dagstovnurin á Argjum er sjálvsognarstovnur og hevur í mong ár havt opið eisini um summarið. Um várið verða foreldrini biðin at skriva, nær teirra børn skulu halda frí (øll børn skulu halda 4 vikur summarfrí), og síðan verður kabalan løgd eftir hesum, og ein ella tvær stovur eftir tørvi eru opnar, tá fæðst børn eru. Hetta tykist ikki vera nakar trupulleiki hjá stovninum, í øllum førum er tað sera stórt nøgdsemi millum foreldur, at hetta letur seg gera. Tað er ongin ivi um, at aðrir stovnar eisini kunnu fáa hetta at bera til, um viljin er til staðar.
Tá vit nú hava trivið í pennin, fyri at vísa á hvussu hesin stovnur hevur loyst avbjóðingina við summarferiuni, vilja vit fegin nýta høvið at geva stovninum nøkur góð orð afturat við á vegnum.
Glað børn merkir glað foreldur. Á Dagstovninum á Argjum verða stór krøv sett til starvsfólkini um at taka sína uppgávu í álvara, og trupul børn verða sæð sum spennandi avbjóðingar. Hesin hugburður frá stovni og starvsfólki ger, at foreldrini merkja, at børnini eru í veruliga góðum hondum og gleðast um heitu móttøkuna, tey fáa hvønn dag tey koma og troyttu og glaðu børnini, vit fáa heim við okkum seinnapartarnar.
Eisini tá tað kemur til mat á stovninum hava leiðsla og starvsfólk á dagstovninum gingið nýggjar leiðir. Børnini í bæði vøggustovu og barnagarði fáa mat hvønn dag, og dentur verður lagdur á, at tað er heilsugóður matur, tey fáa. Hetta er væl at merkja ein skipan, sum verður goldin yvir vanligu játtanina hjá stovninum. Foreldrini sleppa undan at smyrja matpakkar, sum kanska ikki verða etnir, meðan børnini fáa góðan mat, grønmeti og frukt. Okkum vitandi, verður hetta ikki gjørt aðarstaðni í øllum førum ikki í Tórshavnar Kommunu.
Í sambandi við nógva orðaskifti, ið hevur verið í kjalarvørrinum á PISA-forkanningini, hevur ikki bara skúlin, men eisini barnagarðsøkið verið sett undir lupp og tað eisini við røttum. Nomið hevur verið við týdningin av, at yvirgongdin millum barnagarð og skúla verður javnari, og at børnini verða fyrireikaði til skúlan í barnagarðinum. Eftir hvørja summarfrí verða tey børn á Dagstovninum á Argjum, ið skulu í skúla árið eftir, flutt í eina sokallaða skúlastovu, sum eitt nú hevur til endamáls at fyrireika børnini til skúlan. Har sleppa tey at loysa uppgávur, arbeiða við tølum og bókstavum og at spæla við mennandi leikur, sum svara til teirra aldur. Harumframt skulu tey læra at sita still, at tosa ein og ein, lurta eftir hvørjum øðrum og læra at skilja kollektiv boð. Børnini eru sera glað fyri hesa skipan, sum gevur teimum ein spennandi og avbjóðandi dag. Her er ongin ivi um, at Dagsstovnurin er á rættari leið, tí ein av mongu trupulleikunum í føroyska fólkaskúlanum er, at stórur partur av tíðini hjá lærarum í 1. flokki fer til at læra børnini hesi grundleggjandi viðurskifti.
Vit vilja við hesum vísa á eina, eftir okkara tykki, sólskinssøgu har Dagstovnurin á Argjum til fulnar megnar at skapa ein mennandi og innihaldsríkan gerandisdag fyri børn okkara eisini tær tríggjar vikurnar um Ólavsøkuleiti.