Í gjár var ein stórur dagur hjá íbúgvunum Inni á Gøtu í Hoyvík. Dagstovnurin í býlinginum varð tikin í nýtslu á almennari móttøku, og fyrstu tíggju børnini byrjaðu í vøggustovuni og barnagarðinum. Tá ið hesin mánaðin er av, eru øll 42 børnini byrjað.
Nýggi stovnurin er annað og meiri enn vøggustova og barnagarður. Spælistova er til 20 dagrøktarbørn og eigarafelagið í økinum hevur felagshøli, ið millum annað skulu brúkast til ungdómin um kvøldarnar.
Ætlanin var, at stovnurin skuldi takast í nýtslu fyri tveimum mánaðum síðani, men millum annað av ólagaliga veðrinum í vetur, hevur tíðarætlanin ikki hildið. Okkurt smávegis er eisini eftir at gera, serliga uttanfyri.
Tá ið stovnurin er liðugur og innbúgv, leikur og annað er komið uppá pláss, kostar hann um 7 mill. krónur. Leiðari á stovninum er Jóhanna Heinesen. Afturat sær fær hon sjey starvsfólk, ið øll eru sett.
Rúmligur og praktiskur
Tórshavnar býráð hevur gjørt skitsuverkætlanina til stovnin. Teknistovan hjá Albert Isfeldt og Gudmundi Hansen hava projekterað. Høvuðsarbeiðið hevur Byggitek gjørt og Guttesen & Staksberg hava staðið fyri jørð- og betongarbeiðinum.
Fyri tveimum mánaðum síðani hevði Tórshavnar býráð vitjan av tveimum praktikklærarum úr Danmark. Hesir høvdu høvi at síggja stovnin Inni á Gøtu.
- Hesar kvinnurnar vóru sera hugtiknar av, hvussu rúmligur stovnurin er, at so væl er fingið burtur úr, og av, at tveir pedagogar hava verið við í bygginevndini frá byrjan av. Tey, sum hava skil á slíkum, meta, at hesin nýggi stovnurin er ein tann mest praktiski stovnurin, tey hava sæð. Og tað er ikki minst pedagogunum at takka, sigur Leivur Hansen, býráðsformaður.
Næsta stigið
Síðani í heyst hava um 100 børn í Tórshavnar kommunu fingið stovnspláss, tá ið hesi 42 børnini Inni á Gøtu eru íroknað. Býlingshúsini Undir Fjalli og Á Flat eru útbygd, og stovnurin á Argjum og Lítliskógur hava tikið fleiri børn inn. Næsta stigið á barnaansingarøkinum verður at byggja ein nýggjan stovn í Vesturbýnum. Økið er funnið, men enn eru brúkaraviðurskiftini ikki avgreidd.
- Vit miða ímóti at fara í holt við at projektera ein nýggjan stovn sum skjótast, sigur Leivur Hansen.
Hóast hesi stig og onnur afturat, minkar bíðilistin við børnum, ið einki stovnstilboð hava, ikki. Fólk flyta til Havnar sum ongantíð fyrr og fólkatalið er nú komið uppum 16.200.