Dagur og vika 9. juni 2009

Viðvíkjandi tíðindasendingini í Degi & viku týskvøldið 9. juni vil eg koma við nøkrum viðmerkingum til tað, tíðindakvinnan hjá Kringvarp Føroya bar fram um undirritaða í samband við ætlaðu uppsagnirnar hjá Tvøroyrar kommunu

Tíðindakvinnan sigur orðarætt, at »vit noyðast norður aftur til Havnar uttan at tosa við borgarstjóran Kristin Michelsen, tí hann noktar at gera samrøðu við sjónvarpið«. Hetta er beinleiðis ósatt, tí ogur bæði tosaðu saman í telefon í fleiri minuttir sama dagin.

Tíðindakvinna ringir til mín 9. juni fyrrapart og spyr, um hon kann tosa við meg. Eg sigi henni, at tað er ógvuliga nógv at gera, men biði hana ringja til mín aftur kl. 11.30. Tað ger tíðindakvinnan, men tá fái eg ikki tikið telefonina, tí eg siti á fundi og skal eisini á fleiri fundir gjøgnum dagin, og gevi mótøkuni boð um, at jeg verði upptikin allan dagin. Sostatt fær tíðindakvinnan ikki samband við meg. Tíðindakvinnan møtir so upp í mótøkuni og sigur við kvinnuna í mótøkuni hjá Tvøroyrar kommunu, at hon skal heilsa mær og siga, at hon fór at siga í innslagnum í Degi & Viku um kvøldið, at eg rann undan teimum. Hetta verði eg kunnaður um. Nú eri jeg ikki tann persónurin, ið er vanur at renna undan nøkrum, tí ringi eg til tíðindakvinnuna. Hon spyr, um jeg vil tosa við hana. Eg sigi, at ogur kunnu tosa í telefon. Tað hevði hon ongan hug til, men sigur so ok, so má eg finna spurningarnar fram. Tá ogur eru liðug at tosa í telefon, og eg havi svarað upp á hennara spurningar, sigi jeg, at hetta, sum jeg havi sagt, er tað Tvøroyrar býráð hevur samtykt. Hon svarar, at eg skal ikki rokna við, at nógv av tí ogur høvdu tosað um kom í sendingina í kvøld, tí eg vildi ikki koma á skíggjan. Hetta er sannleikin og ikki tað tíðindakvinnan ber fram í Degi & Viku at borgarstjórin noktar at gera samrøðu.

Somuleiðis vil jeg staðiliga afturvísa tað, ið var sagt í Degi & Viku 9. juni, at ein rossahandil var inngingin millum fíggjarmálaráharran og limir í Tvøroyrar býráð tann 9. mei 2009.

Tvøroyri, tann 11. juni 2009.