Tíðindasendingin hjá Sjónvarpinum í kvøld er flutt ein tíma, so hyggjararnir kunnu síggja finaluna í X Factor sangkappingini beinleiðis í SvF Føroysku sjónvarpstíðindini verða í kvøld send ein tíma seinni enn vanligt, so SvF kann senda donsku X Factor finaluna beinleiðis.
Í kvøld skal Linda Andrews kappast í finaluni X Factor kappingini, sum Danmarks Radio skipar fyri.
Finalan verður frá kl. 19.00, og tá verður Dagur og Vika hjá Sjónvarpinum vanliga eisini send. Men nú hevur Sjónvarpið broytt skránna. Dagur og Vika er flutt ein tíma, so at tíðindasendingin kemur kl. 20.00
Harvið verður gjørligt hjá SvF-hyggjarunum at síggja donsku X Factor finaluna beinleiðis frá kl. 19.00.
Eftir Dag og Viku sendir SvF avgerðina í X Factor beinleiðis, og eftir tað kunnu fólk spæla Gekk.
Sjónvarpið hevur annars sent X Factor forskotið, men í kvøld skal finalan sendast beinleiðis í SvF.