Dagur í viku hjá B68

Toftamenn stóðu eftir sum vinnarnir av 20. umfarinum, efir at øll trý liðini rundan um teir mistu stig. HB tapti í øðrum sinni upp í slag og leiðslan er nú bara fimm stig

Fýra dystir vóru um viku­skiftið í 1.deild hjá monnum. Í Leivík vann Víkingur greiðan sigur á teimum næstbestu hjá HB, sum tykjast hava tað trupult fyri tíðina, hóast teir eisini hava fingið fólk heim at spæla í summarferiuni.
Sum skilst úr Leirvík, so var sigurin fult uppiborin og kundi havt verið størri. Magnus Jarnskor legði teir næstbestu hjá Víkingi á odda miðskeiðis í fyrra hálvleiki. Tjúgu minuttir inn í seinna hálvleik økti Sverri Jacobsen til 2-0.
Hóast triðja málið er upp­lýst sum eitt brots­sparksmál frá Svein Justinussen, so er talan, sum Sosialurin skilur tað, um sjálvmál.
Sostatt hevur HB tapt tveir dystir upp í slag. Sein­ast var skaðin ikki so álvar­samur, tí B68 megnaði ikki at vinna. Hesa ferð vóru havna­menninir ikki eins hepnir.

Fegnir toftamenn
B68 vann ein javnan og spenn­andi dyst í Gundadali móti B36. Einsamalla málið í dyst­inum skoraði Jónleif Højgaard stutt inn í seinna hálv­leik. Sum skilst úr Gunda­dali, so var B36 væl við og kundu eins væl staðið eftir við bæði einum og øllum trimum stignum.
Sigurin merkir, at B68 nú er leyst frá Skála og FC Suðuroy, sum spældu javn­leik 3-3 í Vági. Her javnaði FC Suður­oy í tíðini, sum dóm­arin hevði lagt afturat. Tað var Jón Krosslá Poulsen, sum umsetti brotsspark til mál.
Her var Skála annars á odda bæði 2-0 og 3-2. Ólavur Mikkelsen og Brian Jacobsen løgdu FC Suðuroy á odda í fyrra hálvleiki. Fyrst minkaði Búi Egilsson um munin og tjúgu minuttir fyri tíð javn­aði Salmundur Bech. Tað gingu bara fýra minuttir, so var Skála á odda aftur. Aftur var tað Brian Jacobsen, sum skor­aði.
Í yvirtíðini fekk so FC Suðuroy brotsspark, sum also Jón Krosslá Poulsen skor­aði uppá.
Bæði Skála og FC hava 34 stig á ávíkavist triðja og fjórða plássi. Fýra stig aftan­fyri B68.

EB/Streymur vendi hóttandi tapi
Teir næstbestu hjá EB/Streymi hava ongan áhuga í at flyta niður. Hóast teir hava rótað í botninum, sum tykjast teir hava fingið fótin fyri seg og klatra upp eftir stigatalvuni. Teir vóru aftanfyri 2-0 móti KÍ, men stóðu eftir um 5-3 vinnarar.
EB/Streymur fekk eisini tveir spælarar útvístar móti endanum,, men tá var støðan longu 5-2 til heimaliðið.