Dagurin eitur Aigidius

1. september. Aigidius, deyður ár 720. Hann var ættaður úr Athen og kom sum pílagrímur til Arles í Fraklandi, har hann í einum skógi nærhendis fekk sær einbýli í einari holu. Fólk høvdu við orði, so guðrøkin hann var, og kongur gav honum loyvi til at byggja eitt kleystur. Sjálvur var hann fyrsti abbatin, og eftir deyða hansara vitjaðu pílagrímar næstan líka so nógv í Arles sum í Róm ella Santiago de Compostela.

 

Um dagin kanna annars sigast, at hendan dagin í 1939 byrjaði seinni heimsbardagi, tá Týsklanda leyp á Pólland.

 

30 ár seinni, hendan dagin í 1969 tók Muammar al-Gadaffi, obertur, valdið í Libya og gjørdi hendan dagin til tjóðardag landsins. Hann varð koyrdur frá valdinum, tá fólkið gjørdi uppreistur í 2011 og myrdur.

 

1. september í 1972 vann Bobby Ficher HM í talvi í Reykjavík móti Boris Spassky í eini dramatiskari uppgerð. Tað er fyrstu fer, at ein amerikanari vinnur hetta heitið.

 

Tað var eisini 1. september – men í 1985 – at vrakið av Titanic varð funnið, 73 ár eftir at tað sakk.

 

1. september í 2004 tóku terroristar skúlan nr. 1 í Beslan í russiska lýðveldinum Norðossetia. Teir hildu fleiri hundrað skúlabørnum sum gíslar. Hetta endaði í stórum blóðbað, tá myndugleikarnir løgdu á skúlan.

 

Av føðingardøgum kunnu nevnast, at danski tenorurin Aksel Schiøtz varð føddur hendan daginí 1906. Hann doyði í 1975. Buster Larsen, danski sjónleikarin, varð føddur hendan dagin í 1920. hann doyði í 1993. Ensk-australski gitarsnillingurin og sangarin, Barry Gibb úr Bee Gees varð føddur hendan dagin í 1946.

1906