Dagurin eitur Angelus

Hendan dagin í 1977 rændu arabiskir yvirgangsmenn eitt Lufthansa flogfar yvir Mallorca við 87 fólkum umborð

13. oktober eitur Angelus. Fleiri halgimenni bera hetta navn. Navnið er latínskt og merkir eingil, tað er sendiboð. (Axel Tórgarð: Dagar og nøvn í álmanakkanum, 2. broytta útgáva 2008)

 

1792: Grundarsteinurin til tey Hvítu Húsini í Washington verður lagdur.

 

1884: Á fundi í London verður avgjørt, at 0-meridianurin skal ganga gjøgnum Greenwich.

 

1962: Leikurin »Hvør ræðist Virginiu Woolf?« hjá Edward Albee verður frumsýndur í New York.

 

1977: Fýra arabiskir yvirgangsmenn ræna eitt Lufthansaflogfar við 87 ferðafólkum yvir Mallorca. Teir krevja, at 11 fangar frá Rote Armee Fraktion verða latnir leysir. Via Cypros endar flogfarið í Mogadishu í Somalia, har servandar týskar deildir 18. oktober beint eftir midnátt leypa á flogfari og drepa yvirgangsmenninar. Teir høvdu tá dripið flogskiparan.

 

2005: Fyrstu fyribrigdi av vandamikla H5N1 virusinum, eisini nevnt fuglakrím, verður funnið í Turkalandi, og harvið er smittan staðfest í Evropa.

 

Av fólkum, sum eru fødd 13. oktober kunnu vit nevna:

 

1925: Gustav Winckler, danskur sangari, sum doyði í 1979 og Margaret Thatcher, fyrrverandi enskur forsætisráðharri. Hon doyði fyrr í ár.

 

1934: Nana Mouskouri, gresk songkvinna

 

1941: Poul Simon, amerikanskur sangari og sangskrivari