16. september. Eufemia, deyð umleið ár 300. Kvinnuligur pínsluváttur, sum varð tikin av døgum undir Diocletianus keisara. Grikst navn sum merkir gott umdømi. (Axel Tórgarð: Dagar og nøvn í álmanakkanum, 2. broytta útgáva 2008)
Um 16. september kann nevnast, tað var hendan dagin fyri fimmti árum síðani, at staturin Malaysia varð stovnaður sum at samanrenning av Malaya, Singapore, Bretskt Norðurborneo go Sarawak.
Og tað var hendan dagin fyri 31 árum síðani, 16. september í 1982, at álopið varð framt á palestinsku flóttafólkalegurnar í Sabra- og Shatila í Libanon.
Danska hóvið boðaði hendan dagin í 2004 frá, at Joakim prinsur og Alexandra skuldu skiljast.